Jákup Eli á Sement

- Tað er bara ein Jákup Eli, og hansara tónleikur er so deiliga ófiltreraður, siga fyriskipararnir

Fríðmundur Nattestad
9. apríl 2024 kl. 15:15

Komandi leygarkvøld byrjar tónleikakappingin Sement, tá fyrsta umfar verður hildið í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn.

Fimm bólkar ella einstaklingar fara á pall, og ein teirra er Jákup Eli.

- Tað er bara ein Jákup Eli, og hansara tónleikur er so deiliga ófiltreraður. Tað verður ikki hugsað um politiska korrektheit ella at fylgja nýggjasta trendinum. Nei, Jákup Eli skrivar erlig, stuttlig og fangandi løg beint frá hjartanum.

- Tað er deiliga forfrískandi at uppliva nakað so autentiskt og erligt í eini tíð, har tað yvirfladiska hevur hug at fylla meir og meir. Harafturat er sangskrivingin hjá Jákup Eli er somikið fangandi, at hann fyrr hevur vunnið heiðurin fyri ársins lag við stóra hittinum Vanja. 13. apríl sleppur tú at uppliva hann á Sement, skriva fyriskipararnir á Facebook.

Atgongumerki kunnu keypast á torsgota.fo