Jákup leggur ikki kongin

Nú verður avrikið í gjárkvøldið eftirmett, og so fer tað at snúgva seg um fyrireikingarnar til vitjanina úr Bratislava

Jóannes Hansen
10. november 2023 kl. 10:54

KÍ ferðalagið er á veg heim úr Slovenia. Í løtuni er ferðalagið á veg úr Frankfurt og til Keypmannahavnar, og í kvøld verður ferðalagið aftur í Føroyum.

-So fara vit at eftirmeta avrikið í gjárkvøldið, tá ið vit taptu 2-0 í Ljubljana. Eingin ivi er um, at vit eru vónbrotnir av okkum sjálvum, tí vit avrikaðu ikki soleiðis, sum vit høvdu vónað, sigur KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen í samrøðu við KÍ facebook síðuna.

KÍ tapti í gjárkvøldið 2-0 á útivølli ímóti Olimpija Ljubljana, sum fyri góðum tveimum vikum legði rygg til 3-0 tap á Tórsvølli.

-Vit vita, at vit eiga at avrika væl betur, enn vit gjørdu í gjárkvøldið. Tá vóru tað fleiri trupulleikar. Ein var, at vit ikki megnaðu at varðveita bóltin. Tað var ikki friður yvir spælinum, og vit kendu okkum strongdar. Kanska eisini tí vøllurin var ikki serliga góður at spæla á. Hóast teir pressaðu okkum nógv, so vóru vit nøgdir við fyrra hálvleik, tá ið vit hildu teimum burtur frá stórum møguleikum. Teir royndu við langskotum, men teimum hevði Nils Jonatan Johansson fult og heilt takið á. Hann spældi framúr væl, sigur Jákup B. Andreasen um KÍ málverjan, og hann heldur fram:

-Heilt avgerandi var tað, tá ið Árni Frederiksberg sá gula kortið fyri aðru ferð, og vit síðsta hálvan vóru 10 ímóti 11. Vit hildu, at dómarin bríkslaði fyri frísparki til Árna. Tað gjørdi hann ikki, og útvísingin rakti okkum meint. Vit hildu tørn, til tað restaði seks minuttir. Tá ið tað eydnaðist teimum at skora, so var tað harmiligt, at tað var deyðbóltur, sum bar fyrra málið við sær, tí tað eigur ikki at koma fyri, tá ið vit vóru so væl skipaðir í verjuni, hóast vit vóru undirmannaðir, sigur KÍ liðformaðurin.

Síðsti heimadysturin hjá KÍ í europeiska bólkaspælinum verður hósdagin 30. november, tá ið Slovan Bratislava verður gestur. Í fyrsta dystinum í bólkaspælinum tapti KÍ 2-1 í Bratislava, eftir at Deni Pavlovic tíðliga í 2. hálvleiki legði KÍ á odda.

Ímóti Slovan Bratislava verður Árni Frederiksberg leikbannaður. Í gjárkvøldið vóru Hallur Hansson og René Shaki Joensen ikki við. Tað er sannlíkt, at René Shaki Joensen verður tøkur um tríggjar vikur, meðan Hallur Hansson neyvan fer at spæla aftur í ár.

-Møguleikin at vinna okkum víðari er minni, enn hann var, men hann er ikki burtur. Vit vita, at vit kunnu spæla betur, enn vit gjørdu í gjárkvøldið, og tað fara vit at hava fokus á at fyrireika okkum at gera, tá ið vit hava tikið samanum dystin í gjárkvøldið, sigur KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen við facebook síðuna hjá KÍ.