James Blames latið nýtt staklag úr hondum

Skotin í Klaksvík gevur við hesum út fyrsta staklag av frumfløgu síni

Fríðmundur Nattestad
10. juni 2024 kl. 13:00

Maze of Death er heitið á nýggjum staklagi, sum James Blames gav út í farnu viku.

- Maze of Death ber íblástur úr framtíðarskaldsøguni við sama navni eftir kenda rithøvundanum Philip K. Dick. Hóast søgan tykist at vera ein vanlig “morðgáta”, viðger hon nógv áhugaverd evni, eitt nú einangran, tykisveruleika og tilverukreppu, skrivar plátufelagið Tutl á Facebook.

- Soleiðis dámar James eisini at mynda sangir sínar – við teksti, ið áhoyrarin kann tulka, sum honum lystir. James Blames (James Paul Clarke) býr í Klaksvík, er ættaður úr Skotlandi og uppvaksin í Connecticut, USA. Hann lýsir seg sjálvan sum sjálvlærdan ikki-tónleikara, og er í Føroyum mest kendur fyri at spæla “noise”. Men í hesum føri er talan um “populist rock”, sum er heitið á komandi fløguni.

- Hetta er fyrsta almenna einstaklinga útgáva hansara, hóast hann hevur hollar royndir við at framføra live, serliga í Amerika. Maze of Death er yrkt, sett saman og framført av James sjálvum. Dámar tær Hawkwind, Chrome, The Stooges o.l. hóskar Maze of Death seg óivað til tín playlista, skrivar Tutla at enda.

Hoyr Maze of Death her