Janus Thomsen skiftir stjórasessin út við nevndarformanssessin

Tann nú fyrrverandi stjórin í Effo Janus Thomsen, sum herfyri gjørdist stjóri í samtaksfelagnum Tjaldri, verður nú eisini nýggjur nevndarformaður í Effo

Janus Thomsen verður nýggjur nevndarformaður í Effo.
Kristian Waag Dam
17. november 2022 kl. 12:24

Janus Thomsen verður nýggjur nevndarformaður í orkufelagnum Effo. Tað skrivar Kringvarpið fyri løtu síðan. Hann tekur við eftir Jógvan Dávid Jacobsen, ið hevur røkt sessin síðan 21. september.

Samstundis sum Janus Thomsen gert nevndarformaður, fer hann eisini frá sum stjóri í Effo. Effo boðaði longu í summar frá, at Janus Thomsen fór at fara frá sum stjóri, tí hann var vorðin stjóri í samtaksfelagnum, Tjaldri.

Broytingarnar, sum nú er gjørdar í nevndini hjá Effo, eru gjørdar í samband við, at Janus Thomsen hevur tikið við stjórastarvinum í Tjaldri.

Tjaldur er ein av høvuðseigarunum í EFFO.

Gunnar Nielsen nýggjur stjóri í Effo

Tað verður Gunnar Nielsen, ið skal loysa Janus Thomsen av sum stjóri í Effo. Gunnar Nielsen kemur úr einum starvi sum fíggjarstjóri í norsku alifyritøkuni Salmar.

Frammanundan hevur Gunnar verið fíggjarstjóri í Bakkafrost, umframt at hann bæði hevur leiðslu og starvsroyndir frá øðrum stórum føroyskum fyritøkum.

Gunnar Nielsen er útbúgvin cand.merc.aud frá Copenhagen Business School.