Jastrid verður kvøldskúlaleiðari

Hon er frammanundan lærari í Fuglafjarðar skúla

Jóannes Hansen
1. februar 2023 kl. 18:19

Fuglafjarðar kommuna hevur sett Jastrid á Dalbø í Fuglafirði í starv sum leiðari í Fuglafjarðar kvøld og ungdómsskúla.

Jastrid á Dalbø er 51 ára gomul, og hon starvast í Fuglafjarðar skúla.

Umframt royndir við undirvísing hevur Jastrid á Dalbø verið virkin á mentanarøkinum seinastu mongu árini, skrivar Fuglafjarðar kommuna á heimasíðu síni.