Javnstøðunevndin gevur út bókling um kvinnurættindi

Bóklingurin, ið hevur heitið Kvinnurættindi í stuttum, er ókeypis og fæst á bæði føroyskum og enskum

Tíðindaskriv - Javnstøðunevndin
4. mars 2024 kl. 13:00

Í sambandi við altjóða kvinnudagin 8. mars gevur Javnstøðunevndin út lættlisnan bókling við eini styttari útgávu av kvinnurættindasáttmalanum hjá ST, eisini róptur CEDAW. Bóklingurin, ið hevur heitið Kvinnurættindi í stuttum er ókeypis og fæst á bæði føroyskum og enskum. Enska heitið er Women’s rights at a glance.

Eins og onnur lond verða Føroyar kallaðar inn til hoyringar hjá ST í kvinnurættindum, og fjórða hvørt ár skal kvinnurættindafrágreiðing latast inn, sum lýsir, hvussu Føroyar fylgja ásetingunum í kvinnurættindasáttmálanum. Í hesum sambandi fáa Føroyar viðmerkingar um, hvat gongur væl og hvat skal bøtast.

Millum viðmerkingarnar, sum CEDAW-nevndin áður hevur gjørt um støðuna í Føroyum, er, at Føroyar skulu upplýsa meir um kvinnurættindasáttmálan, og hvat hann merkir fyri føroyska samfelagið. Og nýggi bóklingurin hjá Javnstøðunevndini er liður arbeiðinum hjá Javnstøðunevndini at gera kvinnurættindasáttmálan meira kendan millum fólk.

Eisini bindandi fyri Føroyar
Eftir at ST hevði samtykti kvinnurættindasáttmálan í 1979, kom hann í gildi í bæði Danmark og Føroyum í 1983. Síðani samtykti Føroya løgting sáttmálan í 1987, og harvið varð sáttmálin rættarliga bindandi fyri Føroyar.

At Føroyar hava bundið seg til at fylgja ásetingunum í kvinnurættindasáttmálanum er kanska ikki øllum kunnugt, og hetta vil Javnstøðunevndin gera nakað við. Endamálið við nýggja bóklinginum er tí at varpa ljós á kvinnurættindasáttmálan og harvið kvinnurættindi í síni heild, soleiðis at øll í Føroyum fáa atgongd til hesa vitan, sama, um vit skilja føroyskt, enskt ella bæði.

- Hóast nógv ár eftirhondini eru liðin, síðani hann varð viðtikin, er kvinnurættindasáttmálin framvegis berandi fyri javnstøðuarbeiðið, millum annað tí hann áleggur londunum at fremja javnstøðu og at gera átøk, sum fremja kvinnurættindi. Tí er upplagt at gera eina lættlisna útgávu av sáttmálanum, sum greitt ber fram ásetingarnar, sum eru galdandi fyri Føroyar og onnur lond, sigur Bjørk Maria Kunoy, forkvinna í Javnstøðunevndini.

Bóklingurin er ókeypis og hóskar seg til bæði skúlabrúk og almenna nýtslu. Sostatt eru øll vælkomin at taka bóklingin niður, ella at seta seg í samband við Javnstøðunevndina um at fáa eitt eintak.

Tak bóklingin niður her:

Bóklingurin fer eftir ætlan eisini at liggja frammi í pappírsformi í sambandi við ymisk tiltøk, sum Femifagnaðurin skipar fyri í vikuni fram til altjóða kvinnudagin 8. mars 2024.