Jens Stoltenberg heldur fram sum NATO aðalskrivari

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, er í seinastu blivin nevnd sum ein møguligur avloysari til starvið. Men norski politikkarin heldur fram í tunga sessinum

Ragnar Sjúrðarson
4. juli 2023 kl. 11:09

Núverandi NATO aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, heldur fram í starvinum til 1. Oktober 2024. Tað upplýsin Jens Stoltenberg sjálvur eftir einum fundi við umboðsfólkunum hjá limalondunum í NATO.

-    Eg kenni meg æraðan fyri avgerðina, sum tey sameindu í NATO hava tikið, um at leingja mítt tíðarskeið sum aðalskrivari fram til 1. Oktober 2024, skrivar hann á Twitter.

-    Sterka bandið, sum er handan Atlantshav millum Europa og Norðamerika hevur tryggjað frið og trygd í næstan 75 ár, og í einum ótafullum heimi er okkara samanhald meira umráðandi enn nakrantíð, leggur hann afturat.

Tað var annars ætlanin, at Jens Stoltenberg skuldi úr sessinum í endanum av september 2023, eftir níggju ár á valdsmikla postinum. Hetta hevur í seinastuni ført til stór ivamál um hvør skuldi taka yvir eftir norska politikaran.

Tað er ongin ivi um, at høvuðskandidaturin til starvið hevur verið Mette Frederiksen, forsætisráðharri í Danmark, og hevur hetta dekkað so at siga alt danska miðlalandslagið seinastu tíðina.

Jens Stoltenberg, sum áður hevur verið norskur forsætisráðharri, tók yvir sessin sum aðalskrivari í NATO aftur í oktober 2014 eftir fyrrverandi danska forsætisráðharran Anders Fogh Rasmussen.

Í 2018 bleiv hann afturvaldur fyri næstu fýra árini, og í fjør bleiv hansara mandat longt í eitt ár takka verið russisku innrásini í Ukraina.

Sambært limalondunum var tíðin ikki tann rætta at skifta út í aðalskrivarasessinum mitt í eini so ótryggari krepputíð.