Jóan Símun fingið sínar fyrstu minuttir fyri KF Shkupi

Landsliðsleikarin varð skiftur inn eftir at 55 minuttir vóru leiktir

Mynd: KF Shkupi
Fríðmundur Nattestad
18. februar 2024 kl. 16:36

KF Shkupi tók í dag á heimavølli ímóti Voska Sport í bestu deildini í Norðurmakedonia.

Á beinkinum hjá KF Shkupi sat føroyski landsliðsleikarin, Jóan Símun Edmundsson, sum fyrr í vikuni skrivaði undir sáttmála við felagið.

Heimaliðið vann ein tryggan 3-0 sigur, og stutt eftir at triðja málið var skorað, varð Jóan Símun skiftur inn. Tá vóru 55 minuttir leiktir.

KF Shkupi er nú oddalið í deildini eftir 19 umfør. 14 umfør eru eftir at leika.