Joe & The Shitboys nerta við sálarheilsu á nýggjum staklagi

Lagið PLEASE SEEK HELP kann stroymast nú

Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré
Fríðmundur Nattestad
12. apríl 2024 kl. 13:00

Eftir at hava flutt seg frá tí vanliga shitpunkinum við diskopunkara lagnum ‘MR. NOBODY’, útgeva føroysku satirisku punkararnir sítt harðasta lag higartil. Lagið er sum eitt versnandi panikk anfall, og snýr seg um at søkja um hjálp til sína egnu sálarheilsu. Fríði Djurhuus, eisini kendur sum JOE greiðir frá:

- Tekstinir hjá Joe & The Shitboys eru vanliga tjúkt innpakkaðir við ironi. PLEASE SEEK HELP víkir frá hesum, og er ein líkatil áheitan um at fólk skulu viðgera síni sálarligu mein. Sangurin er bygdur á mínar egnu trupulleikar við sálarheilsu og ótryggleika. Fólk gloyma at taka hædd fyri høvdinum í síni stremban eftir tí fyrimyndarliga lívinum, og liva við pínu, sum sjálvandi ávirkar ein sjálvan, men eisini tey rundanum seg. Tú behøvist ikki altíð at stríðast. Tak tað næsta stigið og tosa við onkran, um tað so er ein vinur ella ein sálarfrøðingur. Passa upp á teg. Tú ert vert okkurt, sigur Fríði Djurhuus.

Ein líkatil boðskapur borin fram við einfaldum harðkjarnaðum shitpunki.

Hoyr nýggja lagið her.