Jógvan: Eg gleði meg at koma heim

Føroyska poppstjørnan í Íslandi kemur heim at hava stóra føðingardagskonsert

Jonhard Hammer
26. oktober 2023 kl. 15:00

Hann er landskendur í Íslandi sum poppsangari. Sum Jógvan Hansen úr Føroyum. Hann er úr Klaksvík, men hevur seinastu 19 árini búð í Íslandi. 

Jógvan fekk stóra gjøgnumbrotið í Íslandi, tá ið hann í 2007 vann íslendsku X Factor kappingina, og síðani hevur hann arbeitt sum yrkistónleikari í Íslandi, har hann eisini býr og hevur familju. 

28. desember fyllir Jógvan Hansen 45 ár, og í tí sambandi leitar hann heimaftur til Klaksvíkar, har hann fer at hava serliga føðingardagskonsert í Varpinum. 

– Eg gloymi ongantíð, hvaðani eg komi. Og hóast eg havi búð í Íslandi í 19 ár, havi eg ongantíð roynt at vera nakað annað enn Jógvan úr Føroyum, sigur hann.

Jógvan hevur ferðast regluliga til Føroya øll hesi árini, og hann hevur varðveitt eitt tætt tilknýti til Føroyar, men stundum hevur verið leingi ímillum hansara framførslur her. Nú hevur hann sett sær fyri at hava stóra konsert heima í Klaksvík.

– Eg fylli 45 ár, og Klaksvík hevur fingið eitt fantastiskt mentanarhús. Eg vil sera fegin koma heim at royna hetta nýggja húsið, og eg gleði meg til at uppliva tað sama við áhoyrarum, sigur Jógvan. 

45 ára føðingardagskonsertin verður í Varpinum í Klaksvík tann 28. desember.

– Eg fari at spæla eitt gott úrval av sangum hjá mær. Sangir, sum eg havi framført ígjøgnum tíðina – alt frá onkrum góðum, gomlum sangum við Aria og Kular Røtur og fram til dagin í dag, og sjálvandi verða onkrar góðar søgur fortaldar millum sangirnar eisini, sigur Jógvan Hansen. 

Dugnaligir føroyskir tónleikarar fara at spæla saman við Jógvani. Onkrir gestir vera eisini á pallinum. Skyldmaðurin hjá Jógvani, Hans Hjalti Skaale, luttekur, og íslendingurin Fríðrík Ómar, sum Jógvan hevur samstarvað nógv við, fer eisini at vera við.

Atgongumerki til konsertina kunnu keypast á heimasíðuni atgongumerki.fo