Jógvan og Sólrún og Eyðun eru ovast

Tríggjar fagrar bókmentir eru í løtuni ovast á sølulistanum hjá Rit og Rák

Jóannes Hansen
22. desember 2023 kl. 14:59

Størsti bókahandilin í landinum er Rit og Rák í SMS í Havn. Á heimasíðuni hjá bókhandlinum er topp 10 listi, sum vísir, hvørjar bøkur eru tær, sum seinastu dagarnar eru tær mest seldu. Har sæst, at á listanum eru tríggjar fagrar bókmentir ovast, og so eru sjey yrkisbókmentir og lívssøgur á næstu plássunum.

Ivaleyst eigur listin at verða tikin við fyrivarni, men hann gevur góða ábending um, hvørjar bøkur liggja fara at liggja undir jólatrøðunum.

Undan jólum verða lutfalsliga nógvar bøkur seldar kring landið, og so eru tað fleiri bøkur, sum verða nógv seldar beinleiðis frá høvundum og forløgum. Eitt nú er bókin um Robert ikki millum 10 tær mest seldu í Rit og Rák seinastu vikuna, men tann bókin sigst vera heilt nógv seld.

Fyri samlaðu bókasøluna seinastu nógvu vikurnar hevur tað eisini nógv at siga, nær bøkurnar eru komnar í sølubúðirnar. Ein tann fyrsta, sum var givin út í heyst, var Tey fóru til Íslands, sum er 9. Krýnikan hjá Jógvani Arge. Hon lá longu um miðjan september til sølu.

Høvuðsdenturin er samstarvið millum Føroyar og Ísland, og sum báðir partar hava fingið nógv burturúr og lært nógv av. So verður tikið í aftur húsagangin í 1992, sum eisini varð viðgjørdur í 8. krýnikuni. Áhugavert er á prenti at síggja tað, sum Marita Petersen, Eilif Samuelsen, Jógvan I. Olsen og Óli Jacobsen greiða frá um sínar royndir í svárastu kreppu, ið hevur rakt Føroyar. Keldan til hetta eru samrøðurnar, sum høvundurin í síni tíð hevði við hesi í útvarpssendingum.

Ovast á listanum eru krimibøkurnar hjá Jógvan Isaksen og Eyðuni Klakstein og søguliga skaldsøgan Sára Malena, sum Sólrún Michelsen hevur skrivað.

Sprotin lýsir hesa bókina soleiðis:

Søgurnar um Sáru Malenu í Skúgvi, sum fekk so margháttliga lagnu, eru mangar. Hon livdi í 19. øld. Pátrúgv og trongskygni áttu sítt sæti í sálini. 

Hon var eitt balstýrið barn. So løgin og óstýrilig, at pápin mundi tikið lívið av henni.

Seinni var hon løgd undir at duga gand, tí ræddust fólk og skýggjaðu hana. Sára Malena var einsamøll og forfjónað, happað og útihýst og upplivdi ongantíð kærleika. Flestu søgur­nar um hana eru slíkar, sum reka framundir, at hon sanniliga dugdi meira enn at mata seg.

Hvussu dregur kona undan í lítlari bygd, har fólk eru sannførd um, at hon við sínum orðum hevur verið atvoldin til, at bátar ganga burtur og menn doyggja á løgnan hátt? Einkjurnar og faðirloysingarnir sita eftir við sorgini, beiskleikanum og ræðsluni, … meðan søgurnar ganga um alt landið.

Bøkurnar um fyrrverandi løgmenninar Petur Mohr Dam og Kristian Djurhuus 2. bind, sum ávikavíst Virgar Tórarson Dalsgaard og Óli Jacobsen hava skrivað, eru á listanum saman við bókini um Antisemitismu, sum Hanus Kamban læt úr hondum fyri stuttum, Søtt og Salt hjá Kvinnu, Føroyskt klæðir, sum Kvinna gav út síðst í november, og Familjufløkir, sum Súsanna O. Skaale gav út fyri einum mánaða síðani, og sum tað varð sagt soleiðis um, tá ið høvundin fyri stuttum var í Credo sendingini í Kringvarpi Føroya:

Tá børn skeiklast, tí foreldrini ikki megna at geva barninum tryggan barndóm.

Súsanna Olafsdóttir Skaale er sálarfrøðingur. Hon starvast á "Títt rúm".

Hon gevur bók út, sum eitur "Familjufløkir".

Sannroynd er, at børn sum búgva í heimi, har foreldur eru rúsbundin fáa arr, sum skeiklar tey. Børn eru loyal og tey eru prísgivin teirra foreldur, so tá alt verður kaos, so roynir barnið av øllum alvi at fáa alt í rættlag aftur. Og hetta er ikki uppgáva, sum nakað barn skal bera.