Jóhan er ikki við í fyrireikingunum til OL

Danska hondbóltslandsliðið fer á venjingarlegu 24. juni

Fríðmundur Nattestad
10. juni 2024 kl. 14:11

Frakland verður vertstjóð tá OL í hondbólti hjá monnum í juli mánað fer av bakkastokki. Sum liður í fyrireikingunum til kappingina, fer danska landsliðið á venjingarlegu 24. juni, og danski landsliðsvenjarin, Nikolaj Jacobsen, hevur í dag kunngjørt hópin, sum skal við á venjingarleguna.

Sæð við føroyskum brillum er tað eitt vónbrot, at føroyingurin Jóhan á Plógv Hansen, ikki er millum teir 20 leikararnar, sum eru úttiknir til venjingarleguna.

Endaligi OL-hópurin verður úttikin 3. juli, og tá verða einans 14 leikarar og tríggir reservaleikarar úttiknir.

Danski landsliðshópurin, sum í dag er úttikin til venjingarleguna, er hesin:

Málmenn:

Niklas Landin, Aalborg Håndbold

Emil Nielsen, FC Barcelona

Kevin Møller, Flensburg-Handewitt

Vengur:

Emil Jakobsen, Flensburg-Handewitt

Magnus Landin, THW Kiel

Niclas Kirkeløkke, Rhein-Neckar Löwen

Hans Lindberg, Füchse Berlin

Strikuspælarar:

Magnus Saugstrup, SC Magdeburg

Simon Hald, Aalborg Håndbold

Emil Bergholt, Skjern Håndbold

Lukas Jørgensen, Flensburg-Handewitt

Henrik Møllgaard, Aalborg Håndbold

Bakkspælarar:

Mikkel Hansen, Aalborg Håndbold

Simon Pytlick, Flensburg-Handewitt

Rasmus Lauge, Bjerringbro-Silkeborg

Mads Mensah, Flensburg-Handewitt

Thomas Arnoldsen, Aalborg Håndbold

Lasse Andersson, Füchse Berlin

Mathias Gidsel, Füchse Berlin

Mads Hoxer, Aalborg Håndbold