Jóhanna situr nú við endan í B71

Fyri fyrstu ferð er forfólkið í B71 ein kvinna

Jóannes Hansen
22. mars 2024 kl. 17:42

B71 skrivar soleiðis:

Við fýra kvinnuligum nevndarlimum út av fimm møguligum, so var tað ovurstórur kjansur fyri at ársins skipan av nevnd fór at gerast søgulig og so var eisini.

Starvsnevndin hjá felagnum hittist í gjárkvøldið og skipaði seg sum nevnd. Jóhanna Jancyardóttir, ættað av Toftum, búsitandi í Húsavík, gjørdist fyrsta forkvinna felagsins og longu har, er talan um eina søguliga hending í felagshøpi.

At starvsnevndin er "mannað" við fleiri kvinnum enn monnum, var í sjálvum sær longu nakað, ið aldrin var komið fyri, hóast vit ikki skulu gloyma mannin í nevndini, Boga Hentze, ið er valdur fyri fyrstu ferð og fekk leiklutin sum skrivari í nevndini.

Sólrun Ørvarodd, gjørdist næstforkvinna fyri fyrstu ferð, meðan Anna Krog Hentze enn eina ferð tók kassameistara leiklutin uppá seg. Gerda B. Magnussen er, eins og Bogi, vald fyri fyrstu ferð sum starvsnevndarlimur, men hevur áður sitið sum forkvinna í ungdómsnevndini.

At forfólkið er av Toftum, er tó ikki fremmant í B71, tí, sum kunnugt, var sera kendi B71 formaðurin, Ragnar Fossdalsá, sáli, somuleiðis ættaður haðani.

Vit gleðast um at kvinnurnar eisini halda seg framat har størstu avgerðir felagsins verða tiknar. Felagið hevur drúgvar og góðar royndir við konufólki í alskyns álitisstørvum, men í starvsnevndini hevur konufólka umboðanin verið í lægra lagið, hóast batnandi hagtøl í seinastuni.

Í seinasta enda hevur kyn tó lítið og onki at siga. Týdningarmest av øllum er at allar nevndir og postar eru javnt umboðaðir av so fjølbroyttum fólkum sum gjørligt, so allir okkara limir og teirra meiningar og áskoðanir kunnu vera umboðaði.

 

Samaunumtikið er nýggja starvsnevndin skipað soleiðis:

Jóhanna Jancyardóttir, forkvinna

Sólrun Ørvarodd, næstforkvinna

Anna Krog Hentze, kassameistari

Bogi Hentze, skrivari

Gerda B. Magnussen, nevndarlimur