Jóhannus Kallsgarð: - Craig ynskti at vera til staðar

Í seinnu helvt av 2019 fann bóndin og íverksetin á Trøllanesi, Jóhannus Kallsgarð, stundir til at bjóða James Bond toyminum vælkomið á klettarnar. - Eisini Daniel Craig ynskti at vera til staðar undir filmsupptøkunum, sigur Kallsgarð

Ken Lindenskov Olsen
20. juni 2022 kl. 15:19

Jóhannus Kallsgarð, bóndi á Trøllanesi fann sær stundir í seinnu helvt av 2019 til at bjóða James Bond toyminum vælkomið á klettarnar. Kallsgarð gjørdist lykilfólk eftir, at filmsfelagið Truenorth setti seg í samband við hann.

-        Truenorth var millumliður greiðir, hann frá. Millum annað stóð Truenorth fyri framleiðsluni av nordisku krimirøðini Trom, sum á sinni varð upptikin í Føroyum. Hvørt kvøld fekk eg skema frá Barbaru Broccoli, heldur hann fram. Broccoli eigur saman við hálvbeiggjanum, Michael G. Wilson fullu rættindini til James Bond røðina.

Kallsgarð settist í starv hjá filmsfelagnum.

- Ábyrgd legðist á mínar herðar, sigur hann.

Átta til tíggju fólk starvaðust við at bera útgerð. Avtala mátti gerast við hinar bóndurnir. Tríggir eru á Trøllanesi, og fýra eru teir í tali í Mikladali.

- Eg kastaði meg inn í tað, og eg visti ikki reiðiliga, hvat eg játtaði meg til, sigur hann viðurkennandi. Tá eg so líðandi fann útav hvat arbeiðið innibar, so legðist nógv tíð í tað, leggur hann aftrat.

12-14 tímar um dagin varð brúkt til fyrireiking og upptøkur.

- Satt at siga, so var eg meiri á Kallinum enn heima, tekur Kallsgarð til við afturlítandi brosi.

Flettingin mátti eisini útsetast í eina viku av tí sama.

- Við hugvæti sigur hann, at kjøtið kanska bleiv eitt sindur minnið ræst.

Tað var tvær reisur í 2019, at filmstoymið Truenorth var í Føroyum; sjey dagar í august mánaða, og tíggju dagar aftur í september. Sambært Kallsgarð, vóru tilsamans 100 føroyingar við til at hjálpa á ymiskan hátt. Arbeiðið var lønt og lá lægsta tímalønin á 250 krónum, sigur hann.

-        Daniel Craig ynskti at vera til staðar undir upptøkunum, greiðir Trøllanesbóndin, Jóhannus Kallsgarð frá. Men tað varð Danieli noktað. Orsøkin til at seinasti mannligi og nú í Føroyum avlívaði James Bond ikki kundi koma við var, at tað vildi kravt eitt “crew” á útvið 100 fólk, sigur Kallsgarð. Location manager var á staðnum. Hann segði, at fysisku umstøðurnar í roynd og veru ikki vóru til tað. Toymið lá longu frammanundan um tey 50-60 í tali. 30 til 50 fólk vóru útlendingar. Av teimum vóru 20 føroysk filmsfólk. Bygdafólk hjálptu millum annað til við at bera útgerð.

Ferðavinnan framyvir

Kallsgarð, sum eigur hugskotið at seta gravsteinin hjá James Bond, sála, upp, fer at leggja seg eftir, at gera ferðavinnuna í oynni meiri skipað. Sæmbært honum eru útlitini góð. Ferðamálið norð á Kallin við bóndagrøvini er longu nú væl vitjað. Hópin av ferðafólki við uppruna innan- eins og uttanlands, síggjast á hvørjum degi ogna sær sjálvmyndir. Kallsgarð leggir dent á, at trygdin verður sett í hásæti. Inntøka skal skapast fyri nærumhvørvið, har ferðafólk koma at leggja nakað eftir sær, nevnir hann.

- Arbeiðspláss til ferðaleiðarar kunnu spyrjast burturúr, og góðar gøtur skulu gerast norð á Kall. Hetta kann taka upp til fýra ár at fullfíggja, sigur hann at enda.