Jón Hestoy heldur flaggrøðu í Havn

Aftur í ár verður flaggdagshald í Havn

Áki Bertholdsen
22. apríl 2024 kl. 22:07

Flaggdagin, hósdagin 25. apríl, skipar Havnar Hornorkestur fyri flaggdagshaldi. Skrúðgongan byrjar klokkan 15 frá skúlagarðinum við Sankta Frans Skúla, har skótarnir í Havn marsjera, saman við hornorkestrinum, oman eftir Niels Finsens gøtu og oman á Vaglið.

Sjálvt flaggdagshaldið verður, sum vant, uttan fyri Gamla Bókahandil, og flaggdagsrøðari í ár verður Jon Hestoy.

Jon Hestoy er av Tvøroyri og búsitandi á Argjum. Jon Hestoy er svimjari og í síni tíð sum kappsvimjari setti hann átta donsk met í svimjing í 80’unum.

Jon Hestoy hevur verið formaður fyri Svimjisamband Føroya í 15 ár og varaforseti í ÍSF i seks ár. Í sínum dagliga yrki, er Jon Hestoy stjóri og eigari av prentsmiðjuni Føroyaprent.

Flaggdagshald var á fyrsta sinni hildið á Vaglinum í Havn í 1941, og so aftur í 1942. Síðan kom steðgur í til 1947, tá Havnar Hornorkestur tók táttin uppaftur.

Havnar Hornorkestur hevur síðani skipað fyri flaggdagshaldi á hvørjum ári síðani 1947. Hetta er ein siðvenja, vit seta eina æru í at halda fram við, og vit gleðast um, at tað altíð eru nógv fólk, sum hátíðarhalda dagin og merkið saman við okkum, sigur Rebekka Hjørleivsdóttr, forkvinna í Havnar Hornorkestri.

Sum nakað serligt í ár hevur Havnar Hornorkestur vitjan av Skanderborg Brass Band. Flaggdagshaldið endar við einari uttandura konsert, har bæði hornorkestrini spæla.

Næsta stóra tiltakið, sum Havnar Hornorkestur luttekur í, er árliga Musikkstevnan, sum í ár verður í Fuglafirði dýra biðidag 26. apríl.