Jón Sigurdsson nýggjur formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelagi

A nevndarfundi í morgun hevur nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelagi skipað seg

Jón Sigurdsson er nýggjur formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, meðan Høgni Hansen (t.h.) heldur fram sum næstformaður
Sigurjón Einarsson
1. juli 2022 kl. 09:42

Jón Sigurdsson er nýggjur formaður, meðan Høgni Hansen heldur fram sum næstformaður.

Jón Sigurdsson er stjóri og stovnari av byggifyritøkuni Articon, og hevur sitið í nevndini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelagi síðan 2004.

Nýggi formaðurin avloysir Boga Jacobsen, sum á aðalfundinum ikki tók við afturvali til nevndina.

Kelda: industry.fo