Jonas Dal fer úr AB

Ítróttarstjórin í AB, Jonas Dal Andersen, fer í annað starv, har hann skal taka sær av fótbóltsakademiinum hjá FC Midtjylland í Nigeria

(Mynd: ab.fo)
Sigurjón Einarsson
15. juni 2022 kl. 09:31

AB og FC Midtjylland boða í morgun frá, at frá 1. august byrjar ítróttarstjórin hjá AB, Jonas Dal Andersen, í starvi hjá danska FC Midtjylland, har hann skal standa á odda fyri fótbóltsakademiinum hjá felagnum í Nigeria, har danska felagið hevur samstarv við nigerianska FC Ebedei.

FC Ebedei hevur í fleiri ár fostrað ungar leikarar upp, sum FC Midtjylland síðan hevur fingið til sín hóp. Høgi áleyparin Paul Onuachu er ein teirra.

45-ára gamli Jonas Dal hevur áður verið í starvi hjá FC Midtjylland. Frá 2003 til 2013 var hann partur av venjaramanningini har, áðrenn hann fór at royna seg sum høvuðsvenjari hjá Hobro, Esbjerg, Kjellerup, FC Fredericia, AC Horsens, HB og nú seinast í AB – tó sum ítróttarstjóri og fyribilsvenjari.

Men innan Jonas Dal Andersen byrjar í nýggja starvi sínum í FC Midtjylland 1. august, so heldur hann fram í AB.

AB skrivar á heimasíðuni, at felagið arbeiðir við at seta nýggjan venjara til besta mansliðið, og felagið vónar at kunngera nýggjan venjara seinni í hesari vikuni.

Leys Størv