Julian er nýggjur hjálparvenjari

Hondbóltur menn: Føroyingur verður á beinkinum saman við Peter Bredsdorff-Larsen, tá ið landsliðið fer at luttaka í EM endaspælinum í Týsklandi

Jóannes Hansen
9. mai 2023 kl. 16:44

Nú er tað greitt, hvør verður hjálparvenjari á landsliðnum.

Hondbóltssamband Føroya sigur soleiðis:

Julian Johansen er í dag settur sum hjálparvenjari hjá A-landsliðnum hjá monnum.

Julian tekur við starvinum eftir Lars Porskær Møller nú hansara sáttmáli gekk út. Tað verður sostatt Julian, sum saman við Peter Bredsdorff-Larsen, høvuðsvenjara, og Tom Jensen, málverjavenjara, sum skulu leiða føroyska manslandsliðið í EM-endaspælinum í Týsklandi í januar.

Julian er 33 ára gamal og hevur longu drúgvar royndir sum venjari. Hann hevur vant bæði menn og kvinnur í fremstu deildini í Føroyum og er í løtuni venjari hjá U21-landsliðnum hjá Føroyum, sum skal til HM í Týsklandi í juni mánaði.

Julian tekur við starvinum 1. juli.