Kaj Leo roynir at leggja trýst á fyri sjálvstøðum limaskapi í Norðurlandaráðnum

Kaj Leo Holm Johannesen, sum er føroyskur samstarvsráðharri í norðurlandamálum, er í hesum døgum í Helsinki, har hann roynir at leggja trýst á, so Føroyar fáa sjálvstøðan limaskap í Norðurlandaráðnum

Kaj Leo Holm Johannesen saman við hinum norðurlendsku samstarvsráðharrunumKaj Leo Holm Johannesen saman við hinum norðurlendsku samstarvsráðharrunum
Sigurjón Einarsson
3. november 2022 kl. 12:45

Tað hevur verið arbeitt leingi og miðvíst fyri einum sjálvstøðum føroyskum limaskapi í Norðurlandaráðnum, og nú verður aftur ein roynd gjørd.

Kaj Leo Holm Johannesen er føroyskur samstarvsráðharri í norðurlandamálum og hevur millum annað til uppgávu, at samskipa norðurlendska samstarvið, bæði innanhýsis í Føroyum og millum hini norðurlondini.

Landsstýrismaðurin er í hesum døgum í Helsinki í Finnlandi, í samband við ársfundin hjá Norðurlandaráðnum, har hann roynir at leggja trýst á fyri einum sjálvstøðum føroyskum limaskapi í felagsskapinum.

Eitt samt Løgting stendur eisini aftanfyri hesum ynski.

Tað, sum vanliga verður ført fram er, at Helsingforsavtalan, ið er formligi karmurin um norðurlendska samstarvið, ikki heimilar Føroyum at gerast fullgildigur limur í Norðurlandaráðnum og Norðurlanda Ráðharraráðnum. 

Í ár bar Bertel Haarder, norðurlandaráðslimur, fram ynski um at broyta Helsingforsavtaluna, millum annað tí at avtalan er grundað á, at tað skulu verða einmæltar samtyktir (“konsensusprinsippið”), tá meginregluligar avgerðir skulu takast.

- Á henda hátt kann eitt einstakt land forða fyri broytingum og tí kann vandi vera fyri, at tann sum vil minst avgerð mest, skrivar heimasíðan hjá uttanríkis- og mentamálaráðnum.

Eitt annað sjónarmið, sum Bertel Haarder førdi fram var, at Helsingforsavtalan átti at verið broytt, so Føroyar kundu tikið lut á javnbjóðis føti við hini norðurlondini á økjum, sum Føroyar hava yvirtikið.

Íslendski forsætisráðharrin, Katrín Jakobsdóttir, tekur undir við uppskotinum og sigur, at hon stuðlar hesum til fulnar.

Til ársfundin helt Kaj Leo Holm Johannesen eina røðu, har hann millum annað segði, at:

- Tað er bert Føroyar, sum kunnu taka ábyrgd og umboða seg í málum, sum vit sjálvi hava yvirtikið. Tað er ikki ábyrgdarfult, at lata onnur umboða okkum, tí tey hava ikki innlit í okkara viðurskifti. Vit vilja vera við fult og heilt.

Í ár eru tað 70 ár síðan, at Norðurlandaráðið varð sett á stovn.