Kane skrivað Premier League søgu

Harry Kane setti Premier League met við máli sínum móti Crystal Palace

Ragnar Sjúrðarson
7. mai 2023 kl. 16:34

Um Erling Haaland ikki leikti í Premier League, var ongin ivi um hvør fór at verða topskjútti í hesum kappingarárinum.

Eftir máli í móti Crystal Palace hevur Harry Kane skorað 26 mál fyri Tottenham í hesum Premier League kappingarárinum.

Málið kom uppá ein skallara, sum hevði við sær at nýggj Premier League søga varð skrivað.

Hetta var 10`indu ferð at Hary Kane skallaði bóltin í málið í hesum kappingarárinum, tað hevur ongin leikari megnað áður. Tað upplýsir Premier League.

Harry Kane hevur skotið næstflest mál í Premier League, har hann er uppi á 209 málum.

Hann er tó nakað frá fyrstaplássinum sum Alan Shearer eigur við 260 málum.