Kannaðu bilførarar sum fóru at keypa morgunbreyð

Har varð alt í lagi - men tey leitaðu til fánýtis eftir einum øðrum bilførara

Áki Bertholdsen
29. apríl 2024 kl. 07:53

Fyrrapartin í gjár gjørdi løgreglan eina heldur sermerkta ferðslukanning. Tey vóru við fleiri bakarar í Havn og kannaðu bilførarar, sum komu at keypa morgunbreyð. Tey vóru eisini við nøkur av hotellunum í Havn og kannaðu bilførarar, sum komu og fóru.

Endamálið var at vita um bilførararnir vóru edrúir, og tað vóru teir allir, og teir høvdu eisini allir koyrikortini í ordan.

Hinvegin kannaðu tey eisini ein annan bilførara, tí fólk høvdu ringt at melda hann. Tey søgdu, at koyringin var so óstøðug, at tey høvdu illgruna um, at hann hevði kenning. Men tá ið hann varð kannaður, vísti tað seg, at hann var blanka edrúur.

Eisini í gjárkvøldið ringdu fólk til løgregluna at boða frá, at tey høvdu illgruna um, at ein hevði koyrt við kenning, tí ein bilur hevði koyrt út av á Marknagilsvegin, við Glasir, og har um vegir. 

Tá ið løgreglan kom á staðið, stóð bilurin har, men førarin var horvin. Talan var um ein arbeiðsbil, men eigarin visti ikki at siga, hvør kundi havt koyra hann og sostatt varð bilførarin ikki funnin.