Í gjár var løgreglan á ferð og kannaði ferðsluna, bæði í Havn og í Vágum. Í tí sambandi vórðu nógvir bilar steðgaðir. Men sum heild var støðan góð.
Løgreglan sigur kortini, at fýra bilførarar fingu bót fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan teir koyrdu. Tað fáa teir 1.000 krónur í bót fyri.
Somuleiðis fekk ein bilførari bót fyri lyktafeilir. Løgreglan sigur, at er tað ein pera, sum er brostin, fær bilførarin vanliga eina átalu, men eru fleiri lyktafeilir, fær bilførarin bót. Og í hesum føri var talan um bót.
Annars varð ringt úr Sundalagnum í gjár at boða frá, at ein bilførari hevði koyrt so merkiliga, og at endin var, at hann hevði koyrt út av.
Tá ið løgreglan kom á staðið og kannaðu umstøðurnar, vísti tað seg, at hann var ávirkaður av rúsdrekka, og sostatt er blóðroynd tikin av honum fyri at staðfesta, hvussu ávirkaður hann var, tí tað verður avgerðandi fyri, hvørja revsing hann fær.