Kanning: Tey sum drekka kaffi hava størri møguleika fyri at yvirliva ein hjartatilburð

Nýggj kanning prógvar ágóðarnar av at drekka kaffi – ikki minst fyri hjartað

Sigurjón Einarsson
9. februar 2021 kl. 07:50

Drekkur tú kaffi, so eru góð tíðindi at frætta. Ein nýggj kanning staðfestir nevniliga, at tú hevur størri møguleika at yvirliva ein hjartatilburð, um tú ert ein av teimum, ið drekkur kaffi.

Kanningin, sum kann lesast í tíðarritinum Stroke, og sum American Heart Association hevur givið út, fann fram til, at drekkur tú bert ein kopp av kaffi um vikuna, so minkar tað um vandan at doyggja ov ungur.

Tríggir lærdir háskúlar í Japan stílaðu fyri kanningini, har endamálið var at kanna tey árin, ið kaffi og grønt te høvdu á tey yvir 45.000 fólkini, sum vóru við í kanningini, ið vardi í meira enn tvey áratíggju.

Úrslitini vístu, at tey, sum drukku meira ein ella meira enn ein kopp um vikuna, høvdu færri hjartatilburðir og vóru 14 prosent í minni vanda fyri at doyggja ov ung. Og tey, ið høvdu fingið ein hjartatilburð høvdu 22 prosent betri møguleika at yvirliva, um tey vóru kaffidrekkarar.