Kappast um vikuskiftið um Føroyameistaraskapið 

Tilsamans eru 20 lið við í kappingin

Myndina tók Jón K. Joensen
Áki Bertholdsen
4. mai 2023 kl. 11:32

Um vikuskiftið verður kappingin um føroyameistaraskapið í estetiskum fimleiki. 

Føroya Fimleikasamand sigur, at kappingin verður í høllini á Hálsi og tilsamans eru 20 lið meldað til. Tey eru úr Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelagnum Ljósinum, Fimleikafelagnum Støkk og Klaksvíkar Fimleikafelag.

Fimleikasambandið sigur, at undankappingin verður seinnapartin leygardagin og seinnapartin sunnudagin verður kappingin um FM.