Kappríðingin við Leynavatn útsett

Tað er ikki hugsingur um at ríða kapp við Leynavatn í dag, tí vatnið er so stórt, at har er ikki ríðandi. Fyrireikararnir av Leynavatnsstevnuni vóna, at tað fer at bera til at ríða kapp í morgin

Sveinur Tróndarson
18. juni 2022 kl. 15:35

Tað verður eingin kappríðing við Leynavatn í dag.

Hesum boðar Føroya Ríðingarfelag frá á heimasíðu felagsins og á Facebook-síðuni hjá felagnum.

Har verður í stuttum sagt, at vatnið er so stórt, at tað er ikki hugsingur um at ríða kapp við Leynavatn í dag, av teirri heilt einføldu orsøk, at har er eingin sandur at ríða á.

Eingin veit í løtuni at siga frá, hvussu tað fer at síggja út í morgin, men fyrireikararnir hava í fyrsta umfari valt at útseta kappríðingina til sunnudagin klokkan 15, og so má støða takast tá um tað ber til at ríða kapp ella ikki.

Ríðibreytin við Leynavatn er ikki nøkur vanlig breyt til kappríðing. Riðið verður á sandinum, sum broytist frá degi til dags og frá ári til ár.

Fyrstu ferð riðið var kapp við Leynavatn var í 1970, og síðan hevur verið riðið við Leynavatn á hvørjum ári.

Sambært reiðfólki hevur tað týdning at velja røttu leiðina, tá riðið verður við vatnið, tí ert tú ov niðarlaga á, verður riðið í tungum vátum sandi og ert tú ov ovarlaga á, kann grúsið vera tungt at koma ígjøgnum. Tí snýr tað seg um at finna ta røttu leiðina, so leiðin verður lættast – og stytst.

Tað er nakað serligt við kappingini við Leynavatn, skrivaði Føroya Ríðingarfelag í sambandi við 50 ára haldið fyri tveimum árum síðan. Hetta er tann kappingin, tá flest fólk luttaka, og tað hevur eisini verið tann kappingin, har flest áskoðarar hava verið. Reiðfólkini ríða norður úr Havnardali kvøldið fyri kappingina og tjalda við Leynavatn.

Akkurát hetta hevur ikki verið møguligt í ár, tí regnið oysti niður í gjár, og tað hevur hildið á í morgun; so nógv, at tað ikki var hugsingur um ríða kapp í dag.

Nú verður so bara at vóna, at tað ber til í morgin.