Kappróðurin verður tjóvstartaður í morgin

Síðani 2014 hevur ódnartak verið fastur partur av kappróðrarárinum hjá fleiri rógvarum. Í morgin verður skipað fyri ódnartøkum í Runavík, har 51 manningar eru teknaðar til.

Mynd: Róðrarsamband Føroya
Marjun Manuela Behrens
13. mai 2022 kl. 12:31

Í morgin skipar Róðrarsamband Føroya fyri ódnartøkum í Runavík. Hetta er fyrsta umfar av tveimum. Annað umfar verður leygardagin, 21. mai, eisini í Runavík. Ódnartak er kapping, har róð verður 140 metrar. Hvør manning rør tríggjar ferðir sama dag. Stig verða latin sambært RsF stigatalvuni fyri hvønn róður. 

Tað vóru kappróðraráhugaði, sum á fyrsta sinni skipaðu fyri ódnartøkum, og endamálið var at leingja um kappróðrarárið. Hetta var í 2014. Síðani tá hevur verið skipað fyri ódnartøkum á næstan hvørjum ári.

51 manningar eru teknaðar til ódnartøk í morgin. Annika Vilhelmsen Dalsgarð, forkvinna í Róðrarsambandinum, sigur í stuttari viðmerking við Dimmalætting, at tey eru væl nøgd við luttøkuna í ár.

Ofta hava ódnartøkini skift staðseting, eins og summarstevnurnar gera, men í ár eru bæði ódnartøkini í Runavík. Annika V. Dalsgarð greiðir frá, at tað altíð riggar heilt væl at hava ódnartøk í Runavík. NSÍ kappróður eru altíð hjálpsom og jalig til at fyrireika og koma við hjálparfólkum. Umframt tey, so er Magni Nielsen ur Havnar Róðrarfelag ein týdningarmikil persónur, tá tað kemur til at fyrireika ódnartøkini. Hann hevur sum uppgávu at rigga startin til, greiðir Annika V. Dalsgarð frá.

Ódnartøkini verða skotin í gongd í morgin klokkan 13, tá barnaróður dreingir og 5mf dreingir eldru skiftast um at rógva tríggjar ferðir hvør. 

Startrøðin til Ódnarøkini sæst her: