Kári á Høvdanum skal menna nýggjar dómarar

Í næstum byrjar Kári á Høvdanum í nýggjum starvi hjá Fótbóltssambandi Føroya. Talan er um eitt hálvtíðarstarv, har uppgávan millum annað verður at menna dómararnar í feløgunum kring landið. Eftir ætlan byrjar Kári á Høvadnum í nýggja starvinum tann 1. august

(Mynd: Hans Erik Danielsen)
Kristian Waag Dam
4. juli 2022 kl. 10:43

Í næstum byrjar Kári á Høvdanum í nýggjum starvi hjá Fótbóltssambandi Føroya. Talan er um eitt hálvtíðarstarv, har uppgávan millum annað verður at menna dómararnar í feløgunum kring landið. Eftir ætlan byrjar Kári á Høvadnum í nýggja starvinum tann 1. august.

– Hetta er eitt arbeiðsøki, sum eg veruliga brenni fyri, so eingin ivi um, at eg eri spentur og gleði meg til uppgávuna, og takki somuleiðis fyri møguleikan, sigur Kári á Høvdanum við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Uppgávan hjá Kára á Høvdanum í nýggja starvinum verður at hava ábyrgd av tilgongdini av nýggjum dómarum, umframt menningina av dómarum, sum eru í “Dómara 2” bólkinum.

Harafturat kemur Kári á Høvdanum at hava tætt samskifti við feløgini kring landið, og at virka sum vegleiðari og mennari hjá feløgunum og teirra dómarum.

– Vit hava nógvar dugnaligar dómarar knýttar at FSF, men eg ivist onga løtu í, at aðrir eisini eru, ið hava hug og hegni at blíva fótbóltsdómarar. Tað er teimum, sum vit skulu hava fatur á og geva so góðar umstøður sum til ber, sigur Kári á Høvdanum, ið telist millum royndastu dómararnar í føroyskum fótbólti.

Kári á Høvdanum byrjaði at døma í 2009, og seinastu fimm árini hevur hann umboðað Føroyar sum altjóða dómari.

Eftir ætlan byrjar Kári á Høvdanum í nýggja starvinum hjá Fótbóltssambandi Føroya tann 1. august.

Kelda: fsf.fo/Hans Erik Danielsen