Kári P aftur á pall

Hesa ferð veðrur tað á Sandi

Áki Bertholdsen
13. mars 2024 kl. 16:00

Leygarkvøldið 11 mai verður Virkið á Sandi karmur um eina serstaka konsert, har Kári P fer á pall. Og tað fer hann saman við tónleikarunum, Finni Hansen á tangentum, og Edvardi Nýholm Debes á kontrabass og teir tríggir fara at spæla sangir av plátunum hjá Kára P, Hinumegin ringvegin og Vælferðavísum. 

Har eru sangir sum Súrligar nætur í Keypmannahavn, Villar víddir, Ringulríma, Kalli Katt, Meirilutin ræður, – og so nógvir aðrir, ið allir eru vornir fólkaogn.

Eisini verður trivið í onkran av sangunum á plátunum hjá Debess & Petersen.

Seinni um kvøldið fara tey bæði legendarisku sandoyarorkestrini, Ravnar og Geislar at spæla til dans.