Katrin Joensen-Næs vann Geytan

Filmurin hjá Katrini Joensen-Næs, Sæla, vann ársins Geyta virðislønina

Fríðmundur Nattestad
9. februar 2024 kl. 22:30

Stórt filmskvøld var í Norðurlandahúsinum í kvøld, har fimm stuttfilmar vóru í uppskoti til at vinna Geytan 2024.

Vinnarin av Geytanum gjørdist Katrin Joensen-Næs, við filminum, Sæla. Umframt sjálvan heiðurin sum besti stuttfilmur, hevur virðislønin eitt virði á 40.000 krónur.


Áskoðaravirðislønin, á virði 30.000 krónur, varð latin filminum, Død af Grin, sum Terji Mohr hevur gjørt.