Kavarar gera dokumentarfilm um Olshanu

Olshana hevur ligið á havsins botni síðan 2007, og nú er ætlanin at framleiða ein stuttan dokumentarfilm, ið fylgir kavarum á ferðini niður til Olshanu. Bogi Krossteig var millum teirra, ið fyrst kavaðu niður á Olshanu í fjør, og við sær á ferðunum hava tey havt upptøkutól.

Steinar Patursson
2. november 2021 kl. 07:00

Seinast í ár ella fyrst í komandi ári verður eftir ætlan ein dokumentarfilmur um Olshanu at síggja í Føroyum.

Tað eru tey frá North Atlantic Diving, ið hava filmað kring vrakið eftir Olshanu, ið rendi á Flesjarnar á Tangafirði og sakk 2. og 3. August í 2007.

Sunnudagin vóru tey frá North Atlantic Diving og kavaðu kring Ólav Gregersen, har tað eydnaðist Boga Krossteig at finna Merkið umborð á bátinum. Ólavur Gregersen rendi á Flesjarnar og sakk 10. Januar í 1984, og tey frá North Atlantic Diving hava ofta verið og kavað í og kring Ólav Gregersen. Vrakið er kortini nú so illa farið, at tað er ikki longur ráðiligt at fara inn í tað, sigur Bogi Krossteig.

Saman við Ólavi Gregersen liggur eisini russiski trolarin Olshana við Flesjarnar, og manningin frá North Atlantic Diving hevur eisini kavað niður á Olshanu, hóast hon liggur munandi djúpri enn Ólavur Gregersen.

Við sær á túrunum niður til Olshanu hevur Bogi Krossteig eisini havt við sær eitt Go-Pro myndatól, og ætlanin er nú at fáa ein stuttan dokumentarfilm burturúr tilfarinum.

- Tað skal ikki vera um oljuna og dálkingina frá Olshanu, sigur Bogi Krossteig og sipar til, at Olshana varð ikki tømd fyri olju, áðrenn roynt varð at bjarga henni av Flesjunum, við tí úrsliti, at hon sakk á botn við fullum tanga, ið nú liggur á botni sum eitt tikkandi umhvørvisbumba.

- Filmurin verður um, at tú fylgir ferðini hjá einum kavara niður í tað ókenda, sigur Bogi Krossteig, sum í juni mánaði í fjør var fyrsti maður, sum kavaði niður á Olshana.

North Atlantic Diving hevur verið í sambandi við teknikkaran, ið hevur klipt og sett saman tilfar hjá teimum fyrr, og um alt gongur sum ætlað, verður nýggi filmurin, sum væntandi verður millum 20 og 25 minuttir til longdar, klárur um árslok.

- Menniskjan hevur okkurt í sær sum ger, at mann vil vera fyrstur at gera hetta ella uppliva hatta, og tað er eingin loyna, at tað var ein partur av drívmegini aftanfyri, at vit fóru niður á Olshanu. Tað var eitt stórt upplivilsi, sigur Bogi Krossteig.

Olshana rendi á Flesjarnar 2. August í 2007, júst eftir at skipið hevði bunkrað 270 tons av olju. Verjuskipið Tjaldrið var hjá Olshanu bert 20 minuttir eftir, at Olshana rendi á, og stutt eftir komu enn fleiri skip, teirra millum Triton, Finnur Fríði, Sam, Pressarin og Skúmarin at hjálpa í bjargingararbeiðinum.

Manningin fekst av skipinum, oljan, ið skipið júst hevði bunkrað, varð ikki pumpað í onnur skip, áðrenn roynt varð at togað Olshanu leysa. Tað eydnaðist ikki at bjarga Olshanu, sum sakk tíðliga fríggjamorgun 3. August 2007 kl. 08.

Mett verður, at Olshana liggur á umleið 70 metra dýpi.