Kendir írskir sangir á Summar Festivalinum

Legendariski sangarin í The Dublin Legends fer spæla á festivalinum í summar

Fríðmundur Nattestad
2. mai 2024 kl. 09:45

Teir bestu írsku sanginir eru at rokna sum partur av føroyska sangskattinum. Tá ið føroyingar syngja sangir sum "Molly Malone" og "The Wild Rover", er tað at líkna saman við at syngja okkara egnu sangir. Tað er ikki so langt frá "Eitt sunnukvøld í plantasjuni" til "In Dublin's fair city".

Soleiðis skrivar Summar Festivalurin í tíðindaskrivi.

Teir kendu írsku sangirnir fara at ljóma, tá ið legendariski fólkatónleikari Paul Watchorn fer at hava konsert á Summar Festivalinum í august.

Paul Watchorn er millum kendastu írsku fólkatónleikarar, og hann hevur verið sera virkin sum solistur og sum partur av bólkinum The Dublin Legends, ið er sprottin úr tiltikna bólkinum The Dubliners. Í august kemur Paul Watchorn aftur til Føroya við gittar og banjo at framføra á landsins størsta tónleikatiltaki. Hann hevur áður vitjað her við The Dublin Legends – eitt nú hevði bólkurin framúrskarandi konsert á tjaldinum á Summar Festivalinum í 2015.

– Eg havi havt nakrar fantastiskar upplivingar í Føroyum, og eg gleði meg at koma aftur at spæla fyri føroyingum, sum syngja so væl við til teir írsku sangirnar, sigur Paul Watchorn.

Hann fer at spæla teir størstu írsku fólkasangirnar – eitt nú sangir sum  "Whisky In The Jar", "Dirty Old Town", "The Town I Loved So Well" og aðrar.

Hetta verður ein av stóru syngið-við løtunum á Summar Festivalinum, sum verður hildin í døgunum frá 8. til 10. august.