Kendur grinda-mótstøðumaður fer nú í hungursverkfall

Hann hevur fleiri ferðir verið rættiliga provokerandi í grindadrápi í Føroyum, men nú hevur hann leitað sær aðrar vegir

Her eltir Samuel Rostøl ein grindamann í einum grindadrápi norðanfyri
Áki Bertholdsen
2. september 2023 kl. 11:45

Normaðurin, Samuel Rostøl, er vælkendur í Føroyum. Men hann er ikki kendur fyri tað góða, tí hann er tiltikin grinda-mótstøðumaður og hann hevur fleiri ferðir víst serstakliga ágangandi atburð, tá ið grind hevur verið hildin til í Føroyum.

Hann hevur gingið og malið millum beinini á grindamonnum og hevur stungið myndatólið upp í eyguni á teimum. 

Endamálið hevur verið at royna at provokera grindamenn til at loypa fram av - og tað hevur eisini eydnasti einstøkum førum.

Men nú hevur hann funnið sær aðrar leiðir. Nú íslendingar hava kunngjørt, at teir aftur fara at veiða hval, er Samuel Rostøl farin til Íslands at mótmæla.

Og í gjár kunngjørdi hann, at hann er rætt og slætt farin í hungursverkfall fyri at mótmæla íslendsku hvalaveiðini.

Hann sigur, at hann hevur fingið dyggan stuðul og tað fegnast hann um.

Hann heldur, at tað hann ger, er eitt lítisvert tiltak, men endamálið er at minna íslendsku stjórnina á, at avgerð teirra um at seta lógirnar um djóravælferð til viks, verður ikki góðtikin, sum hann málber seg.