Kendur YouTube-ari deyður

Ben Potter, betri kendur sum Comicstorian á YouTube, gjørdist einans 40-ára gamal

Fríðmundur Nattestad
11. juni 2024 kl. 17:45

Tað er kona Ben Potter, sum ber tíðindini á sosiala miðlinum X.

- Fyri tveimum døgum síðani, 8. juni, doyði maður mín, Ben Potter, í einari vanlukku. Fyri mong av tykkum var hann Comicstorian, sum fortaldi søgur á ymsum talgildum pallum. Fyri tey, sum elskaðu hann, var hann eitt av teimum bestu og mest stuðlandi menniskjunum, ein kundi ynskja sær, skriva kona Ben Potter, Nathalie Potter, millum annað.

YouTube-rásin Comicstorian, hevur yvir tríggjar milliónir fylgjarar. Innihaldið á rásini snýr seg í høvuðsheitum um teknisøgubøkur. Ben Potter hevur lagt yvir 4000 sjónbond út á kanalina. Tað seinasta legði hann út dagin fyri hann doyði.

Nathalie Potter skrivar eisini, at hon og familjan nú hava tørv á at syrgja, men at hon ongar ætlanir hevur um at sletta YouTube-kanalina hjá Ben.

- Ben brúkti yvir 10 ár uppá at spreiða sín kærleika fyri teknisøgubókum. Tað var hesin kærleikin fyri spennandi søgum og vælskrivaðum karakterum, sum fekk hann at byrja at gera sjónbond á YouTube. Hetta vilja vit gjarna halda áfram við.

- Vit vilja heiðra hann við at halda fram at fortelja góðar søgur, samstundis sum vit varðveita minnið um okkara egnu superhetju. Vit stuðlaðu hvør øðrum í øllum vit vildu gera, og eg ætli mær ikki at steðga nú, skrivar Nathalie Potter at enda.

Kona Ben Potter upplýsir ikki meira um vanlukkuna, sum altso kostaði kenda YouTube-arinum lívið, einans 40-ára gamal.