Kenslan er øgiliga tóm

Nations League kvinnur: Vit eru øgiliga vónbrotnar, men tað er ikki annað at gera enn at halda høvdið høgt, sigur føroyski málverjin

Jóannes Hansen
31. oktober 2023 kl. 21:03

Tað endaði, sum tað hevur gjørt tríggjar tær fyrstu ferðirnar í hesi Nations League kappingini. Í kvøld var Kýpros gestur á Tórsvølli, og tá ið niðurlendski dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, vísti máltalvan 0-1.

Føroysku spælararnir tveittu seg eftir dystarlok á vøllin og signaleraðu, at tær vóru øgiliga vónbrotnir. Kýpriotisku spælararnir stórfegnaðust, tí tær høvdu vunnið 1-0 ella við somu tølum, sum tær vunnu við, tá ið Kýpros og Føroyar fyri einum mánaða síðani dystaðust á Kýpros.

Føroyska liðið var væl upplagt í kvøld. Tølini staðfesta, at heimaliðið hevði væl fleiri royndir ímóti kýpriotiska málinum, enn kýpriotar høvdu ímóti málinum hjá Føroyum.

Sum seinni hálvleikur leið, høvdu Ásla Johannesen, sum var við aftur eftir leikbann og var framrættað í vinstru, miðverjin Birita Ryan, Jensa Tórolvsdóttir, Eyðvør Klakstein og innskifta Rebekka Benbakoura royndir ímóiti málinum, uttan at tað eydnaðist at skora. Dagsins spælari var kýpriotiski málverjin Maria Matthaiou og miðverjin Maria Panagiotou.

Og tá ið tað heldur ikki í kvøld eydnaðist føroyska liðnum at umseta møguleikar til mál, so var tað avgerandi fyri úrslitið og stigini, at Kýpros eitt lítið korter undan hálvleiki skoraði. Málskjútti var Antri Violari.

-Kenslan er tóm, tí avrikið hjá okkum var soleiðis, at vit áttu at havt skorað fleiri mál. Tað sást væl, at vit seinastu tíggju dagarnar hava vant miðvíst umstillingar og skjótt álopsspæl, og vit vunnu okkum í kvøld til fleiri góðar málmøguleikar. Hóast vit eru vónbrotnar, og kenslan í kvøld er tóm, so mugu vit nú fokusera á tað, sum riggaði og rokna við møguleikanum, at tað fer at eydnast at skora mál og vinna dystir, sigur føroyski málverjin Óluva Allansdóttir Joensen í samrøðu við Heðin Arge hjá Televarpinum.

Tað eru tveir dystir eftir í hesi Nations League kappingini. Teir vera báðir á útivølli – 1. desember í Montenegro og 5. desember í Aserbadjan.

Føroyar – Kýpros 0-1 (0-1)

0-1: Antri Violari 33.

Dómarakvartett: Vivian Peeters úr Niðurlondum, Sina Diekmann, og Melissa Joos úr Týsklandi og Lizzy van der Helm úr Niðurlondum (4. dómari)

Føroyar: Óluva Allansdóttir Joensen – Julia Naomi Mortensen, Birita Ryan, Sara Lamhauge, Tórunn Højgaard Joensen (Fridrikka Clementsen, 62.) – Eyðvør Klakstein, Sunniva Willemoes, Malena Olsen (Rúna Jacobsen, 80.) – Jensa Tórolvsdóttir (Rebekka Benbakoura, 80.), Heidi Sevdal (Mona Rasmusdóttir, 36.), Ásla Johannesen

Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Valborg Østerø, Ása Stórá Carlsen, Margunn Lindholm, Tóra Mohr, Maria Vinjardsdóttir Johansen

Gult kort: Julia Naomi Mortensen

Venjari: Signe Pries Andersen