KÍ bonkurin er ikki sannførandi

Í kvøld var tað um reppið, at tað kostaði at hava lyklaspælarar á beinkinum í ein tíma

Jonhard Hammer
6. mai 2023 kl. 22:51

KÍ er topplið við fullari úrtøku, nú átta umfør eru avgreidd. Í kvøld vunnu klaksvíkingar 1-0 á heimavølli ímóti ÍF, sum var væl skipað, og sum við eitt sindur størri hepni hevði møguleika at fara í aftur tunnilin við einum stigi.

Árni Frederiksberg skoraði sigursmálið, tá ið tað restaði eitt korter. Klaksvíkingar misnýttu fleiri góðar møguleikar, og ÍF var onkra ferðina tætt við at skora. Eitt nú tveir minuttir undan leikloki, tá ið bólturin fór í KÍ málið, men hjálpardómarin veitraði fyri rangstøðu.

ÍF setti ikki størri breyð upp, enn fuglfirðingar hildu seg hava møguleika at baka. Teir vóru verjukendir og væl skipaðir í verjuni, og møguleikin lúrdi støðugt fyri, at sera skjóti og sterki Jhon Mena kundi renna frá heimaverjuni.

Hóast KÍ var nógv á bóltinum, so gekk tað illa at fáa fótbóltsspælið at flóta. Deni Pavlovic og Jákup B. Andreasen vóru báðir sentralir og verjukendir miðvallarar, og tað tóktist vera ov stórur leiklutur hjá Luc Kassi at vera einsamallur at syrgja fyri álopsspælinum. Eisini var tað saknur í myndanini av álopum, at vongverjin í vinstru Patrick da Silva var skaddur og ikki á listanum.

Tá ið ein tími var farin, vórðu lyklaspælararnir René Shaki Joensen, sum hevur skaddur seinastu vikurnar, og Árni Frederiksberg á vøllin. Tá varð Mads Bo Mikkelsen fluttur úr vinstru og á sentrala framrættaða miðvallarplássi, og tá riggaði KÍ spælið betur, enn tað hevði gjørt. Og tað vóru hesir, sum áttu málið. René Shaki Joensen spældi til Mads Bo Mikkelsen, sum stakk bóltin í høgru til Árna Frederiksberg, sum rak í brotsteigin, áðrenn hann smekkaði bóltin upp í nettakið.

Sunnudagin um eina viku fara bæði KÍ og ÍF til Havnar. KÍ fer klokkan 15 at spæla ímóti HB, og ÍF fer klokkan 17.30 at spæla ímóti B36.

 

KÍ – ÍF 1-0 (0-0)

1-0: Árni Frederiksberg 76.

Dómari: Dagfinn Forná

KÍ: Markus Olsen Pettersen – Jóannes Kalsø Danielsen, Vegard Forren, Claes Philip Kronberg –Deni Pavlovic (René Shaki Joensen, 61.), Jákup B. Andreasen – Sivert Gussiås (Árni Frederiksberg, 61.), Luc Kassi, Mads Bo Mikkelsen (Børge Petersen, 92.) – Páll A. Klettskarð

Gult kort: Deni Pavlovic

ÍF: Tóri Traðará – Tóri Nolsøe Olsen, Karl Løkin, Jan Ó. Ellingsgaard,– Elias Lervig, Elvio Gelmini, Gundur E. Petersen, Pól Jákup Lundsbjerg (Jóhann Petersen, 85.) – Jhon Mena Perez (Jóhann J. Højbro, 72.), Hans Jákup Lervig, Dánjal á Lakjuni (Gonzalo Zárate, 79.)

Gult kort: Elias Lervig, Tóri Nolsøe Olsen, Dánjal á Lakjuni, Elvio Gelmini

 '

8

7

0

0

24

4

24

HB

8

6

2

0

21

4

20

B36

8

6

0

2

18

8

18

Víkingur

8

4

2

2

15

10

14

ÍF

8

3

0

5

8

10

9

B68

8

2

3

3

9

16

9

EB/Streymur

8

2

1

5

5

11

7

07 Vestur

8

2

1

5

10

15

7

TB

8

1

2

5

4

22

5

AB

8

0

1

7

1

15

1