KÍ fer at spæla ímóti Bratislava

Umframt ímóti felagnum, sum klaksvíkingar fyri trimum árum síðani vunnu á skrivaraborðinum ímóti, fara teir at spæla í Fraklandi og Slovenia

Søguliga løtan, tá ið seðilin við KÍ á varð tikin úr bollanum, og tað var greitt, at KÍ fer at spæla í Fraklandi, Slovakia og Slovenia
Jóannes Hansen
1. september 2023 kl. 14:22

Nú er tað greitt, hvørjum trimum feløgum, Kí fer at spæla ímóti í Europa Conference League bólkaspælinum, sum verður í heyst.

Seks dystir eru á skránni – tríggir á heimavølli og tríggir á útivølli – og í UEFA lutakastinum nú seinnapartin fall luturin soleiðis, at mótstøðuliðini hjá KÍ eru franska Lille, Slovan Bratislava úr Slovakia og Olimpija Ljubljana úr Slovenia.

Ítróttarliga er talan um áhugavert lutakast skilt á tann hátt, at tað er møguleiki fyri, at kann vinna stig ímóti fleiri av hesum mótstøðuliðunum.

Í 2020 vann KÍ á skrivaraborðinum hjá UEFA 3-0 á heimavølli ímóti Slovan Bratislava. Í koronatíðini var talan bara um ein dyst. Tá ið Slovan Bratislava hópurin var komin til Føroya, vísti tað seg, at fleiri í ferðalagnum vóru smittað. Ásetingarnar søgdu, at so bar tað ikki til at spæla, og so fór slovakiska ferðalagið av landinum aftur við 3-0 skriviborðstapi í viðførinum. Tað var í Champions League, og KÍ helt fram i kappingini ímóti Young Boys úr Sveis, sum í Bern í Sveis vann 3-1. KÍ málskjútti til 2-1 var Jonn Johannesen.

Eftir tapið ímóti Young Boys helt KÍ fram í Europa League. KÍ vann 6-1 á heimavølli ímóti Dinamo Tbilsi úr Georgia, og tapti so avgerandi dystin um rættin at luttaka í bólkaspæli 3-1 á útivølli ímóti Dundalk FC úr Írlandi. Tá var tað Ole Erik Midtskogen, sum minkaði um munin til 2-1.

Nú er tað so greitt, hvørjum KI fer at spæla í bólkaspælinum í Conference League.

Dystardagarnir eru hósdagarnar

21. september

5. oktober

26. oktober

9. november

30. november

14. desember

Sum tað sæst á myndini, so fara Klæmint A. Olsen og hinir í Breiðablik at spæla ímóti Gent úr Belgia, Tel Aviv úr Ísrael og Zorya Luhansk úr Ukraina.

Her sæst, hvussu allir bólkarnir í Conference League eru mannaðir