KÍ hevur keypt nýggjan miðverja

28 ára gamli svenskarin hevur nógvar royndir í fremstu røð í svenskum fótbólti

Jóannes Hansen
20. mai 2024 kl. 14:26

Tað hevur verið bíðað eftir, at KÍ fór at kunngera keyp av nýggjum spælarum, og í dag boðar KÍ frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við nýggjan spælara. Ivaleyst munnu ein ella fleiri fara at leggjast aftrat.

Talan er um svenska miðverjan Alexander Berntsson, sum er føddur 30. mars í 1996 og harvið er 28 ára gamal. Hann hevur ikki verið sáttmálabundin síðani á nýggjárinum. Síðsta felagið, sum hann umboðaði, var Jönköpings Södra IF, sum er í næstbestu svensku deildini.

Nýggi spælarin er kærkomin styrkur, nú miðverjarnir Odmar Færø og Heini Vatnsdal eru langtíðarskaddir.

KÍ skrivar soleiðis í dag:

KÍ hevur skrivað sáttmála við Alexander Berntsson fyri hetta kappingarárið. Um nýggja leikarin sigur høvuðsvenjarin, Espen Haug:

- Vit eru sera væl nøgdir við tilgongdina av Alexander. Hann kemur higar við virðismiklum royndum  við næstan 200 dystum úr svenskum toppfótbólti. Hann er í góðum aldri og hevur óivað síni bestu ár fyri framman. Sum miðverji er hann tryggur við bóltinum í vinstru og høgru og við góðari kropsmegi fer hann at styrkja liðið bæði í verjupartinum og til deyðbóltar í álopinum.

Eftir ætlan kemur Alexander higar í vikuni og fær rímiliga tíð at venja saman við liðnum, so hann verður tøkur, tá flytingargluggin letur upp í juni, skrivar KÍ.