KÍ setti aftur í kvøld nýtt met

Páll Klettskarð fór tíðliga skaddur av vøllinum, tá ið KÍ vann 13. dystin á rað

Fram ímóti dystarenda misnýtti AB, tá ið møguleiki var at javna til 2-2. Mynd: Álvur Haraldsen
Jóannes Hansen
3. juni 2023 kl. 22:13

Sigursrøðin hjá KÍ heldur fram. Í kvøld vunnu klaksvíkingar norðoyadystin ímóti AB. Úrslitið var 2-1, og nú hevur KÍ sett nýtt met. Tað er ongantíð komið fyri áður, at eitt lið hevur vunnið 12 landskappingardystir á rað. Úrslitið í kvøld var 2-1 eftir hálvleiksstøðuna 1-0.

Órógvandi fyri KÍ var tað, at toppskjúttin í Føroyum og ivaleyst ársins spælari higartil í ár noyddist av vøllinum, tá ið eitt korter var farið. Og sera harmiligt er tað hjá Páll Klettskarð, um tað vísir seg, at skarprættarin  er so mikið skaddur, at hann ikki verður førur fyri at vera við í fyrireikingunum til landsdystirnar, sum vera seinni í hesum mánaðinum. Håkan Ericson landsliðsvenjari fer mánadagin á tíðindafundi at boða frá, hvørjum hann hevur sent boð eftir til heimadystirnar ímóti Kekkia og Albaina. Dystirnir vera ávikavíst 17. og 20. juni.

Aftur í kvøld var Árni Frederiksberg ógvuliga sentralur í KÍ avrikinum. Hann átti uppleggið, tá ið Cleas Philip Kronberg, sum í kvøld var vongverji í høgru, miðskeiðis í fyrra hálvleiki setti hol á, og hann umsetti miðskeiðis í seinna hálvleiki brotsspark til 2-0. Dómarin peikaði á 11 metra blettin, tá ið Sivert Gussiås varð feldur. Sivert kom á vøllin, tá ið Páll Klettskarð fór av vøllinum.

Fyri einari lítlari viku síðani tapti AB 2-1 í Gundadali ímóti B36. Síðstu løtuna í kvøld varð tað heilt spennandi. Tað var miðverjin Viktor Benediktsson, sum var frammarlaga staddur í sambandi við deyðbóltsstøðu, sum var málskjútti. Hetta var triðja málið hjá AB í landskappingini í ár, og hetta var fyrsta málið hjá íslendska miðverjanum.

AB spenti álopsbogan í botn, og tað var onkur spent støða í heimabrotsteiginum. Eitt nú tá ið Sam Pollard sneiddi seg ígjøgnum í vinstru og úr heilt spískum smekkaði bóltin í samankomingina og út til málspark.

Leygardagin um eina viku fær KÍ vitjan av TB, og annan sunnudag fær AB vitjan av ÍF.