KÍ skrivað undir við royndan franskan verjuleikara

Céderic Yambere er 33-ára gamal, og hevur spælt yvir 100 dystir í bestu fronsku deildini

Mynd: KÍ
Fríðmundur Nattestad
27. februar 2024 kl. 15:30

KÍ hevur í dag kunngjørt, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við 33-ára gamla franska miðverjan, Céderic Yambere.

- Tað eru ávísir eginleikar, vit ynskja í einum nýggjum verjuleikara. Hesar meta vit, at Céderic Yambere hevur í sær, sigur Haakon Lunov, KÍ venjari, við heimasíðuna hjá KÍ.

- Céderic er 33-ára gamal, og hevur drúgvar royndir. Hann hevur á síni fótbóltsleið spælt á høgum støði, og hevur eisini roynt at kappast í evropeiskum høpi. Gjøgnum árini hevur hann spælt og búleikast í ymsum londum og mentanum. Hann er ein sterkur, kvikur og tekniskt stinnur leikari, og av drúgvum royndum veit hann, hvat skal avrikast fyri at vinna dystir, sigur Haakon Lunov.

Céderic er føddur og uppvaksin í franska býnum Bordeaux. Eftir ætlan er hann í Djúpumýru um eina viku, og tað fer at taka nakað av tíð at útvega uppihalds- og arbeiðsloyvi, sum krevst, áðrenn hann kann spæla fyri meistaraliðið, skrivar heimasíðan hjá KÍ.

Céderic Yambere hevur spælt 102 dystir í bestu fronsku deildini, har hann hevur umboðað feløgini Bordeaux og Dijon. Seinasta felagið Yambere hevur umboðað, er Doxa Katokopias FC, sum spælir í bestu deildini í Kýpros.