Kina vísir aftur at TikTok er ein hóttan móti USA

Stjórnin í Kina spyr hvar prógvini eru, at TikTok hóttir tjóðartrygdina í USA

Sigurjón Einarsson
16. mars 2023 kl. 12:57

– USA hevur enn ikki lagt prógv fram, sum vísir, at TikTok hóttir tjóðartrygdina í USA, og amerikanska stjórnin skal halda uppat við at kúga eigaran hjá TikTok, sigur talsmaðurin fyri kinverska uttanríkismálaráðið, Wang Wenbin.

USA hevur givið felagnum handan vælumtóktu kinversku appina boð um selja síni partabrøv. Annars kann tað koma upp á tal, at sosiali miðilin verður bannaður í USA.

Tað váttaði TikTok í gjár, mikudagin.

Í desember samtykti amerikanska kongressin, at Biden forseti innan 60 dagar skuldi gera kravboð á økinum.

Tað er seinasta av fleiri tiltøkum, sum skulu minka um nýtsluna av kinverskari tøkni vegna stúranina fyri tjóðskaparligu trygdini, tí mett verður, at kinesiska stjórnin njósnast hjá amerikanarum.

Fleiri vesturlendskar stjórnir eru av somu fatan, og hava mælt sínum starvsfólkum frá at nýta appina á snildfonum, teldum og teldlum.

Eisini almenn starvsfólk í Føroyum hava áheitan at sletta TikTok.

Fyrst í mánaðinum kom eitt tilmæli frá Gjaldstovuni til Løgtingið, um at strika appina TikTok á snildfonum og teldlum, sum eisini hava funkur og appir, ið verða brúktar í arbeiði, har landsnetið verður brúkt.

Við in.fo tann 1. mars segði løgtingsforkvinnan, Bjørt Samuelsen, at tilmælið er sent til tingfólk.

– Havi annars viðgjørt málið um TikTok við umsitingina, og vit fara at taka málið um KT-trygd upp í einum víðari høpi. Eitt nú, hvat trygdarreglur um brúk av snildfonum, teldlum og teldum, sum verða brúktar í tingarbeiði, eiga at fevna um. Um netnýtslu heima og uttanlands, og so framvegis, segði hon í samrøðu við miðilin.

Hon vísti tó eisini á, at fartelefonirnar hjá tingfólki eru privatar, ímeðan teldurnar eru amboð hjá Løgtinginum.

– Men óansæð, so brúka flestu tingfólk fartelefonina nógv í arbeiðshøpi.

Tað er felagið ByteDance, sum eigur TikTok.