Kinesiskur fótbóltsforseti lívslanga fongsulsrevsing

Fyrrverandi forseti í kinesiska fótbóltssambandinum er dømdur fyri mutur

Mynd: Huangshi Intermediate People's Court/AFP/Ritzau Scanpix
Fríðmundur Nattestad
26. mars 2024 kl. 11:00

Chen Xuyuan, fyrrverandi forseti í kinesiska fótbóltssambandinum, er dømdur lívslanga fongsulsrevsing. Hetta skrivar ein kinesiskur statsmiðil sambært Reuters.

Fyrrverandi forsetin er dømdur fyri mutur, og rætturin í Hubei staðfesti, at Xuyuan hevur móttikið upp ímóti 77 milliónum krónum frá ymsum aktørum, fyri at "taka sær av teimum".

67-ára gamli Chen Xuyuan var forseti í kinesiska fótbóltssambandinum frá 2019 til 2023.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at kinesiska fótbóltssambandið hevur trupulleikar við mutri. Fleiri fyrrverandi limir hava seinastu árini fingið langar fongsulsrevsingar, fyri at gagnnýta sínar støður í fótbóltssambandinum.