Klovn til reiðar við 9. sesong

Hóast teir báðir Casper Christensen og Frank Hvam ætlaðu at gevast við Klovn, eru teir nú kortini til reiðar við einari sesong aftrat, sum verður frumsýnd í summar

Steinar Patursson
20. juni 2022 kl. 09:30

Casper Christensen og Frank Hvam er nú til reiðar við enn einari sesong av sendirøðini Klovn, og eftir ætlan verður nýggja sendirøðin frumsýnd 17. juli á TV2 Play.

Tað sigur TV2 í tíðindaskrivi í dag.

Hóast teir báðir Christensen og Hvam høvdu gjørt greitt, at tað var liðugt at framleiða Klovn eftir sjey sesongir og tríggjar spælifilmar, gjørdu teir kortini í fjør sesong nummar átta, og nú eru teir altso til reiðar við sesong níggju.

Sambært TV2 er níggja sesongin vitjan frá nógvum kendum danskarum, og millum nøvnini, ið TV2 hevur almannakunngjørt, eru Magnus Millang, Eske Willerslev, Simon Kvamm, Sofie Linde og enn tá fyrrverandi danski fíggjarmálaráðharrin, Bjarne Corydon.

Higartil eru framleiddir 78 partar av Klovn, og eftir summar kemur talið upp á 86, tí átta partar eru í nýggju sesongini, sum kann síggjast á TV2 Play 17. juli.