Klumma: Gaïni um...

Hesa ferð snýr klumman hjá Sigri M. Gaïni um rættvísa samfelagið

Her er bloggur nummar 12 frá Sigri M. Gaïni
Sigri M. Gaïni
10. oktober 2022 kl. 13:42

Ein hin mest setti spurningurin millum politiskar filosoffar er: Hvussu skapa vit eitt so rættvíst samfelag sum gjørligt? Mangir ástøðingar eru komnir við boðum upp á hetta, og síggjast nógvar av idéum teirra aftur í demokratisku skipanum okkara. 

Ein klassiskur spurningur í kjakinum um rættvísi er, um rættvísi er tað, at øll hava tað sama ella um tað er, at øll hava somu møguleikar fyri at røkka tí sama? 

Dømi um tað fyrra kann vera líka løn fyri øll, óansæð útbúgvingarstøði og slag av starvi – nakað, sum vit hava sæð verða framt í verki eitt nú undir kommunistiska stýrinum í Kuba. Dømi um tað seinna kann vera líka útbúgvingarmøguleikar fyri øll. Norðanlond eru góð dømi um hetta, tí øll kunnu fara í holt við eina útbúgving, og øll hava eisini rætt til útbúgvingarstuðul og/ella útbúgvingarlán.

Flest øll eru samd um, at tað seinna dømi er dømi um rættvísi, men ósemja er um tað fyrra. Her vilja mong nevniliga vera við, at tað er heldur órættvíst, at eitt nú ein, ið hevur tikið eina langa útbúgving og kanska hevur stóra ábyrgd, skal fáa tað sama í løn sum ein, sum ikki hevur nakra útbúgving og hevur eitt minni ábyrgdarfult starv (har avleiðingarnar av mistøkum t.d. ikki eru álvarsamar).

Politiski filosoffurin, John Rawls (1921-2002), er ein teirra, ið hevur havt stóra ávirkan, tá ið talan er um, hvussu vit síggja rættvísa samfelagið.  Í verkinum “A Theory of Justice”, sum kom út í 1971, revsar Rawls harðliga utilitarismuna, sum vit áður hava verið inni á. Utilitarisman er hugsjón, ið talar fyri, at politiskar og samfelagsligar avgerðir verða tiknar við hjálp av einum roknistykki. Rætta avgerðin er hon, sum gevur størst møguliga nyttu fyri flest møgulig fólk.

Rawls hartar fyrst og fremst utilitarismuna fyri ikki at taka atlit til tey, sum eru í minniluta, tá ið politiskar avgerðir verða tiknar. Hetta er anti-demokratiskt, eftirsum fólkaræði er fyri allar borgarar og ikki bara fyri ein meiriluta – og er hetta í grundini ein klassisk fella í fólkaræðinum: freistingin at lata meirilutan ráða einsamallan.

Upplýsingarfilosoffurin, John Stuart Mill (1806-1873), rópti hetta  fyribrigdi tyranny of the majority (kúgan meirilutans). 

Rawls vísir á, at utilitarisman manglar eitt rættvísisprinsipp, um hon skal virka demokratiskt og til fyrimuns fyri allar borgarar, og leggur hann sjálvur fram eitt sokallað differensprinsipp sum boð upp á, hvussu ein kann bøta um hetta. 

Differensprinsippið snýr seg um, at eitt ójavnt býti av samfelagsligum ressursum einans er moralskt í lagi, um hetta kemur teim ringast stillaðu í samfelagnum til góðar. Vit kenna hetta aftur frá orðingum so sum, at “breiðastu herðarnar skulu bera tyngstu byrðarnar”, og eitt hitt mest upplagda dømi um hetta er óivað tað, sum sæst aftur í flest øllum vælferðarsamfeløgum, nevniliga at tey, sum forvinna mest, eisini gjalda mest í skatti. 

Allíkavæl síggja vit mong dømi um eina utilitaristiska tankagongd – og avgerðir tiknar á einum utilitaristiskum grundarlag – sum ikki koma teim ringast stillaðu í samfelagnum til góðar. Hetta sæst afur í ymiskum samfelagsgeirum, og dømi um hetta kann eitt nú vera, at tey sum eru ringast stillað, ofta eru fyri vanbýti á bústaðarmarknaðinum og í heilsuverkinum. Av tí at tey ikki hava ráð til at keypa sær ein bústað, enda tey ofta við at gjalda meira í leigu um mánaðan fyri ein verri bústað, enn tað sum tey betri stillaðu gjalda fyri egin hús. Tey ringast stillaðu hava eitt nú heldur ikki ráð at fara til tannlækna og noyðast tí at lata standa til við tannheilsuni – nakað sum hevur ringa ávirkan á heilsuna yvirhøvur, bæði kropsliga og sálarliga.

Sambært Rawls má politiska skipanin altso basa hesum órættindum við at taka atlit til minnilutan í øllum poltiskum og samfelagsligum avgerðum. Í nevndu dømunum kundi hetta eitt nú verið fleiri rættindi til leigutakarar og atgongd til ein sømiligan bústað fyri øll, umframt frían tannlækna fyri teir borgarar, sum hava tørv á tí (ella fyri allar borgarar). 

Ein annar týdningarmikil liður í rætvísa samfelagsbýtinum er sambært Rawls, at allir borgarar skula hava somu møguleikar, og til tess at røkka hesum vísir Rawls á idéina um eitt sokallað slør av ókunnleika (Veil of Ignorance). 

Hugleiðingar Rawls um hetta “slørið” eru, at fyri at røkka einum so rættvísum samfelag sum gjørligt, skulu vit ímynda okkum, at vit ikki vita (tað er slørað fyri okkum) hvønn samfelagsleiklut ella hvønn identitet vit fara at hava, eftir at vit eru vorðin samd um, hvussu samfelagið eigur at verða innrættað. Tankin er, at tilvildin ræður. Vit kunnu sostatt enda millum tey best stillaðu, tey ringast stillaðu ella onkustaðni harímillum. 

Um vit ikki vita, um vit verða ein væl ella ein illa stillaður borgari, hvussu velja vit so at innrætta samfelagið? Sambært Rawls noyðir henda tankagongd okkum at røkka einum so rættvísum samfelag sum møguligt. 

Hóast hugleiðingar Rawls byggja á tað ideella samfelagið, ið neyvan nakrantíð kann røkkast fulkomiliga, so eru tær ómetaliga virðismiklar í strembanini eftir at røkka tí so væl sum yvirhøvur til ber. Harafturat eru tær ein virðismikil og alneyðug mótstøða ímóti liberalistisku hugsjónini um, at ein sjálvur eigur alla ábyrgdina av, hvussu ein klárar seg í samfelagnum. Vildu forsprákarar fyri liberalistisku hugsjónini hildið fast í henni, um tey vóru í vanda fyri at vakna sum ringast stillaðu borgarar í morgin? 

Neyvan, spyrt tú meg…