Klumman: Bensin ella avroð?

Á bensinstøðunum kring landið stendur týðiliga skrivað við bensintangan, at kundin verður biðin um at flyta bilin, tá áfyllingin er avgreidd. Tað gongur illa at lesa henda tekst, letur tað til, tí bilurin verður standandi, meðan kundin fer inn at gjalda

Poulina Slættanes
15. oktober 2020 kl. 16:30

Á bensinstøðunum kring landið stendur týðiliga skrivað við bensintangan, at kundin verður biðin um at flyta bilin, tá áfyllingin er avgreidd. Tað gongur illa at lesa henda tekst, letur tað til, tí bilurin verður standandi, meðan kundin fer inn at gjalda. Tað er nú eitt, men nakað annað er, at nú skal keypast onkur skundverði inni á støðini. Ímeðan stendur tú og bíðar at sleppa til tangan. Havandi í huga, hvussu nógvar áfyllingar skulu til í tí ovusrstóru ferðsluni, sum er í landinum, har øll hava skund, er hetta ótolandi. Støðirnar selja sløg av pylsuguffi og skundverðum, og nú er ísúrvalið so stórt sum í einum italskum íshúsi eisini. Har kann veljast millum ísar við bæði turrum og flótandi lesikkápum, og mangan skal eitt Jobs tol til at sleppa framat diskinum at gjalda fyri bensinið, tí kundar skulu taka støðu til, hvussu ísurin skal setast saman ella, um pylsan á bakkanum skal vera ein ostapylsa, roykt ella bara vanlig. Frástøða skal haldast, og summar dagar stendur bíðirøðin heilt út í durin. Spurningurin er, um handilsleiðararnir ikki duga at skipa avgreiðsluna smidligari, so at ein kassi tekur sær av bensináfyllingini og hinir av matútlevering, ísi og kaffi. Haldi, at tað herfyri varð sagt, at 10.000 pylsuavgreiðslur fara um diskin á bensinstøðunum í høvuðsstaðnum um mánaðin!

Nú um dagarnar vóru Breaking News frá Posta og eini bensinstøð, at pakkapostur eisini nú kann avgreiðast um bensindiskin. Álvaratos. Bláu postbilarnir koyra runt við pitsum til kundar hjá pitsasølum – her er barasta einki mark fyri, hvat man kann finna uppá. Niðri í Vágsbotni síggjast bláir postabilar standa og bíða eftir at koyra ordrar út seint á kvøldi til tey, ið hava bílagt pitsur heim til hús. Tann umvenda verð. Samstarv er gott, men samstarv valdast Tað sigur seg sjálvt, at á bensinstøðunum savnast nógvir borgarar, ið skulu gera alskyns ørindi, ja, sjálvt á ves kann kundin eisini fara, meðan bilurin stendur í sama stað, tá áfyllingin er liðug.

Í Danmark, sum vit eru so skjót at taka eftir, var eitt sindur av uppreistri fyri nøkrum árum síðani, tí løgreglufólk fingu avsláttur á bensinstøðum uppá pylsur og kaffi. Grundgevingin var, at á longum ótolandi vaktarhaldi í belastaðum býargøtum, virkaði tað tálmandi hjá bensinstøðum at fáa løgreglufólk inn á gólvið at keypa pylsur og kaffi. Men hetta fann tann meinigi borgarin seg sjálvandi ikki í, at undantaksreglur vóru fyri serligan starvsbólk í uniformi.

Jú, liðiligar tænastur skulu valdast. Tað er so púra vanligt eisini, at bensinstøðirnar taka og avgreiða bankaørindi fyri kundan, tí pengaautomatirnar hjá peningastovnunum bara fækkast í nærumhvørvinum. Skalt tú hava tveir hundrað krónuseðlar í skundi, so klára bensinstøðurnar at taka upphæddina av tínum visakorti. Smidligt. Tað er í lagi, at støðirnar hava ferfaldar tænastur, men so má tað skipast soleiðis, at kundin lærir seg at gera eftir ávísingunum, sum eru. Annars vera alt ov nógvar frustratiónir til tær annars sera atkomuligu bensinstøðirnar.

At pakkapostur nú eisini skal avgreiðast um diskin á besinstøðunum er ov nógv av tí góða, meðan postabilarnir liggja og fura aftur og fram við pitsabakkum hjá privatari matsølu 😊 Hvat verður tað næsta ? Nú eg havi nevnt Posta og tað, so gerist eg hvørja ferð so ørg, tá eitt vanligt bræv skal sendast, tí postgjaldið er uppfarið, síðani eg seinast keypti frímerkir. Tað ræður um ikki at hava frímerkir á goymslu, tí postgjaldið fer skjótari upp enn tú klárar at brúka tey.

Bara vit ikki skulu eftir avroðum á bensinstøðunum frameftir. Man veit ongantíð, hvat tað næsta verður. Fara eftir sperðlum, garnmøðrum, vembrum og seyðarhøvdum á Magn og Fast ?

Ja, halt tær fast.