Klumman: Gakk tú tryggur…

Eri stødd á blómutrappuni hjá FK í miðbýnum í Havn í viku 15. Meðan eg standi og gleðist um blómurnar, kemur ein javnaldri, ið sigur: "Danir siga: "Sig det med blomster". Og eg svari:"ja, tað er gott, so leingi vit ikki gloyma at siga tað, sum er týdningarmikið við orðum. Og hoyrdi tú morgunlesturin í morgun?" Hann svarar:"hoyri altíð morgunlesturin, áðrenn eg fari upp, og síðani ber konan mær drekka á song, tað dámar mær sera væl."

Sveinur Tróndarson
6. mai 2021 kl. 15:00

Eri stødd á blómutrappuni hjá FK í miðbýnum í Havn í viku 15.

Meðan eg standi og gleðist um blómurnar, kemur ein javnaldri, ið sigur: "Danir siga: "Sig det med blomster". Og eg svari:"ja, tað er gott, so leingi vit ikki gloyma at siga tað, sum er týdningarmikið við orðum. Og hoyrdi tú morgunlesturin í morgun?" Hann svarar:"hoyri altíð morgunlesturin, áðrenn eg fari upp, og síðani ber konan mær drekka á song, tað dámar mær sera væl."

Morgunlesturin er sjálvsagdur partur av gerandisdegnum hjá mongum, serliga okkum, ið eru vaksin upp við Útvarpinum, tey eru javngomul. Hvat var so serligt við nevnda morgunlestri? Í míni verð var tað samanrenningin av dagsins skriftorði og sálminum hjá Hans Andrias Djurhuus:"Gakk tú tryggur". Síðani vísti tað seg, at sami sálmur var bulurin alla ta vikuna í morgunlestrunum. Sálmurin, ið er millum barnarímurnar hjá Hans Andrias Djurhuus (1915), hevur Jógvan á Lakjuni gjørt lagið til. Barnarímurnar hava altíð verið elskaðar og sungnar av føroyskum børnum, ikki minst í skúlunum t.d. "Másin sigur pli, pli, pli" og "Burtur á Heiði." Lagið til "Gakk tú tryggur", setti Hans Andrias sjálvur til at vera: "Kirkeklokke ej til hovedstæder " (N.F.S. Grundtvig 1845), ið verður nógv sungin í donskum kirkjum. Ivist ikki í, at tað er lagasmíðið hjá Jógvani á Lakjuni, ið hevur gjørt "Gakk tú tryggur" til ein av mest elskaðu sálmunum í landinum. Barnaríman er eisini ein perla, og fór á flog úr Fuglafirði við bólkinum BROS, ið gav út eitt band í 1986 og var nógv at hoyra i Útvarpinum. Ivaleyst av somu orsøk kom yrking Hans Andriasar við í sálmabókaútgávuni í 1990.

Mátti skriva til Jógvan og spyrja, um tað var serligur íblástur, ið hevði givið honum førleika til hetta avrik. Hann sigur í vinaliga svari sínum, at lagið er gjørt í november- desember 1980. "Eg kom ikki beinanvegin til úrslitið, men eg merkti beinanvegin, tá eg fór at syngja tað við børnunum, at tað fangaði."

Hann heldur ikki, at tað er ein serlig orsøk til, at lagið bleiv til. Hann gjørdist lærari í Fuglafirði í 1977, og... "har mentist eitt heilt serligt sang- og tónleikaumhvørvi, sum eisini hevði sínar røtur í eini traditión, sum eldri lærarar (ikki minst Herluf Berthelsen) høvdu skapt. Stórur dentur varð lagdur á at gera nógv við sang, og vit høvdu fleiri barnakór, og í tí sambandi bleiv eisini Fuglafjarðar Gentukór til, sum við Frits Johannesen sum primus motor bleiv ein "institutión" í meira enn 20 ár."

Jógvan leggur aftrat, at tað var í hesum umhvørvinum, at hann fór at royna seg sum lagasmið.

Umsíðir nærkist eg tí, sum er orsøk til hesa klummu. Støðugt hoyra vit um einsemi og einsemiskenslu hjá borgarum landsins - ikki bara gomlum, men hjá børnum og vaksnum í øllum aldri. Í hesum høpi veit eg, at morgunlestrarnir eru týdningarmiklir. Oftast við væl valdum sálmum og orðum minnir presturin á, at tú ert ikki aleina. Sálmurin hjá Hans Andriasi hevur júst sama boðskap. Hann er beinleiðis ein vegleiðing til børnini og onnur um, hvussu tú skalt fara við tær sjálvum og vera saman við og fara um tíni medmenniskju. "...minst tó til, at tá tey óndu flenna, skalt tú halda hjarta reint og gott..." "Teim, ið treingja, skalt tú vera góður, troysta tey, ið eru veik og arm." Hans Andriasi líkt var hann altíð við tí góða orðinum. Hann var ikki bara høgt mettur sum skald og menniskja, men elskaður sum lærari í Føroya skúla.

Vit hava hópin av feløgum og felagsskapum, ið vónandi kunnu fyribyrgja og minka um einsemiskensluna. Felagssangur er partur av hesum. Syngja vit saman, eru vit saman. Munur er á sambandi og nærveru við t.d. at kvøða í dansiringi og at sita lið um lið og hyggja í hondina.

Áðrenn tingið fór heim, varð peningur játtaður til at viðgera einsemiskemslu og ótrivnað hjá 18-35 ára gomlum. Eisini Reyði Krossur fer undir serlig átøk og summir skúlar arbeiða við vinabólkum millum næmingarnar alt við sama endamáli.

Beint nú hava vit eisini frætt frá Kommunufelagnum, at mong lond øvunda okkum, tí vit hava so nógvar kommunur. Hetta gevur nógvar møguleikar umframt stuttan veg til fólkavald.

Kann tað hugsast, at munur er á trivnaði og einsemiskenslu hjá fólkum í ymisku kommununum? Hevði ikki borið til at biðið Gallup og Fólkaheilsuráðið kanna kommunur hvør sær og koma við møguligari niðurstøðu?

Og Jógvan.. "gakk tú tryggur fram við góðum treysti, allir ljósir einglar fylgja tær."