Klumman: Hvør ræður yvir hvørjum?

Tað var ikki so løgið, at kjakið um fosturtøku í Føroyum harðnaði, tá amerikanski Hægstirættur herfyri gjørdi av at umstoyta næstan 50 ára gamla “Roe versus Wade”-dómin, sum  gav amerikonskum kvinnum grundlógartryggjaðan rætt til fosturtøku

Sveinur Tróndarson
3. juli 2022 kl. 09:50

Tað var ikki so løgið, at kjakið um fosturtøku í Føroyum harðnaði, tá amerikanski Hægstirættur herfyri gjørdi av at umstoyta næstan 50 ára gamla “Roe versus Wade”-dómin, sum  gav amerikonskum kvinnum grundlógartryggjaðan rætt til fosturtøku.

Akkurát hetta evnið fer altíð at vera eitt sum skapar kjak, men tann heilt stóri trupulleikin við kjakinum er, at tey sum kjakast hava heilt hvør sítt grundarlag at kjakast út frá.

Nú er akkurát tað kanska ikki tað mest óvanliga, tí soleiðis er tað í so øgiliga nógvum málum, millum annað eisini í málinum um Føroyar skulu boykotta Russland og tað sama var galdandi við kjakinum um rættin hjá samkyndum at giftast.

Tíverri fáa virðiskjak í Føroyum skjótt ofta ein øgiliga ófrættakendan dám, har tey sum eitt nú eru fyri fríari fosturtøku vera løgd undir at vilja drepa børn, eins og tey, sum tóku undir við rættindunum hjá samkyndum at giftast, viðhvørt vórðu løgd undir at hoyra tí grábeinta til. Slíkt er ikki uppbyggiligt fyri nakað kjak nakrastaðni, men tað er tíverri har vit eru.

Sjálvt um nógv av heimsins eygum av góðum grundum í hesum døgum venda sær móti USA, júst av teirri orsøk, at Hægstirættur hevur gjørt av at umstoyta næstan 50 ára gomlu avgerðina hjá Hægstarætti frá 1973, so hava nøkur, eisini av røttum, valt at venda eygunum móti Føroyum og vísa á, at okkara fosturtøkulóg eisini er avoldað.

Sannleikin er, at løgtingslógin um fosturtøku er frá 1956 og hon er ikki á nakran hátt tíðarsvarandi. Hon er avmarkandi, hon tekur ábyrgd frá fólki og hon er beinleiðis kynsliga niðurgerandi.

Tí eigur hon at vera broytt ongantíð ov skjótt. Eg veit væl, at tað er at stinga høvdið inn í úlvsins kjaft at siga so, men tað verður harvið, tí vit eiga at tora at viðurkenna, at vit eru komin longri hesi skjótt 66 árini síðan gamla fosturtøkulógin kom í gildi.

Tað, sum harmar meg, tá vit tosa um fosturtøku, og nú fara vit aftur til hetta við “vit og tey”, so er tað hetta við, at vit slíta landið sundur. Á sama hátt, sum tá vit kjakaðust um samkynd skuldu hava rætt til at giftast; tá var ein av grundgevingunum ímóti, at tað oyðilegði hjúnalagið hjá øllum øðrum.

Akkurát hvussu tað kundi henda, havi eg ongantíð fatað, og tað fari eg heldur ikki, tí tað fer ongantíð at gera nakað við mítt hjúnalag, um onkur annar, sum hugsar eitt sindur øðrvísi enn eg, sleppur at giftast.

Og tað er tað sama, tá vit tosa um fosturtøku, tí hví er tað rætt, at nakrir fáir menn skulu hava rætt til at avmarkað rættin hjá kvinnum at ráða yvir egnum kroppi? Tað tykist, sum eru mótstøðufólkini sannførd um, at verður fosturtøka frí í Føroyum, ja, so fara allar kvinnur, sum eru við barn, sjógv á baki, at taka fosturstøku.

Tá haldi eg at vit hava heilt óalmindiliga lítið álit á okkara medmenniskjum. Tá haldi eg, at vit hava óalmindiliga lítið álit á okkara landsmonnum. Og tá haldi eg, at hesi fólk hava óalmindiliga høgar tankar um seg sjálvan og ongar um hini.

Fólk eru so mikið at sær komin í dag, nógv meira enn fleiri tykjast at halda, at tey brúka ikki fosturtøku sum fyribyrging. Men tey kunnu koma soleiðis fyri, av so nógvum ymiskum orsøkum, sum ikki eru dekkaðar av verandi lóggávu, at tær hava brúk fyri fosturtøku.

Er tað tá rætt, at onkur annar skal eiga seinastu avgerðina? Er tað ikki rættari at hava álit á borgarunum og lata fólk ráða yvir egnum kroppi?

Vit hava júst verið ígjøgnum eina farsótt, har eitt prik – ella bæði trý – nærmast skaptu ruðuleika í landinum, tí ávís fólk kravdu at hava rætt til at sleppa at ráða yvir egnum kroppi, tí tey vóru ímóti vaksinuni. Nógv teirra vóru tey somu, sum í dag rópa harðast um, at kvinnur ikki skulu sleppa at ráða yvir egnum kroppi.

Tað er dupultmoralskt og sigur meira um eitt sundurbrotið samfelag enn ein lóggáva um fría fosturtøk. Tí tann lóggávan, sum vit hava í dag, hon rakar bara tey, sum ikki hava ráð til at snúgva sær uttan um skipanina. Og tað eru serliga tey, sum ikki hava pengarnar og møguleikarnar.