Kolumbia setur nýtt met – framleiddi 1.738 tons av kokaini í fjør

í 2021 vórðu 1.400 tons framleidd

Ragnar Sjúrðarson
12. september 2023 kl. 16:11

Heimsins størsti framleiðari av kokaini, Kolumbia, hevur aldrin framleitt so nógv av hvíta rúsevninum, sum tað gjørdi í fjør.

Sambært eini frágreiðing hjá ST, setti landið í fjør nýtt met fyri framleiðslu av kokaini og nýtt met fyri at velta kokaplantur, skrivar Ritzau.

Í 2022 bleiv tað framleitt 1.738 tons av kokaini, meðan árið undan vórðu 1.400 tons framleidd, ljóðar tað frá deildini hjá ST innan rúsevnir og kriminalitet.

Hetta eru tey hægstu tølini, síðan ST byrjaði at fylgja framleiðsluni av kokaini í 2001, skrivar Ritzau. 13 prosent fleiri kokakaplantur vórður veltar í fjør samanborið við 2022.