Kommunusamanlegging í Suðuroy: Fólk skulu vita hvat tey atkvøða um

Hvalbingar hava nøkur mál, tey vilja hava greiði á í sambandi við eina samanlegging við Tvøroyri

Áki Bertholdsen
26. apríl 2024 kl. 11:13

Í eina tíð hevur málið um at leggja kommunurnar í norðaru helvt í Suðuroy, saman. Talan er um Hvalbiar kommunu, Fámjins kommunu og Tvøroyrar kommunu

Býgdaráðið í Fámjin hava boðað frá, at tey fara ikki undir nakra samanlegging fyribils. Vit hava meiri um tað um eina løtu 

Tvøroyar býráð hevur samtykt at hava fólkaatkvøðu um samanlegging. Og Bygdaráðið í Hvalba hevur eisini samtykt at arbeiða fram ímóti eini samanlegging. Men áðrenn nøkur fólkaatkvøða verður í Hvalba, vilja tey hava greiði á nøkrum viðurskiftum.

– Veljarin í Hvalbiar Kommunu, sum er Hvalba og Sandvík, má hava fulla greiði á, hvat tey atkvøða um, er støðan hjá bygdaráðnum.

Sostatt arbeiða býráðið á Tvøroyri, og Bygdaráðið í Hvalba víðari við kommunusamanlegging, siga borgarstjórarnir báðir, Kristin Michelsen á Tvøroyri og Janus Thomsen í Hvalba, í eini felags fráboðan.

Í hesum sambandi hava kommunustýrini bæði havt fund á kommunuskrivstovuni í Hvalba í gjár um málið. Á fundinum umrøddu tey, hvørji mál eru týdningarmikil fyri báðar kommunur at fáa greiðu á í sambandi við eina kommunusamanlegging.

Men tað hevur skund, tí kommunuval er í novembur og tí tosaðu tey eisini um, hvussu farast skal fram fyri at tað skal bera til at hava eina fólkaatkvøða áðrenn summarferiuna í ár. 

Í hesum sambandi fara trý umboð fyri býráðið á Tvøroyri og trý umboð fyri bygdaráðið í Hvalba, at arbeiða víðari við málinum - og tey ætla at arbeiða skjótt, tí tey hava fingið tvær vikur at arbeiða í, so skal úrslitið leggjast fram.

Eitt, hvalbingar vilja hava greiði á, er, hvussu verður vorðið við skúlanum í bygdini. Hann vilja tey ikki missa og tí vilja tey hava vissu fyri, at hann ikki verður niðurlagdur eftir eina samanlegging.

Tey vilja eisini hava greiði á, hvussu skattaprosentið verður, og hvussu verður við kommunuskuldini.

Eitt nú hava hvalbingar arbeitt við einum trivnaðarøki í Skálamøl og eitt, tey vilja hava greiði á, er hvussu verður við tí. Somuleiðis hevur verið tosað um at gera ein eldradepil, og greiða skal eisini fáast á, hvar hann skal vera, fyri at nevna nøkur dømi.

Á myndini eru, sum er av Facebook, eru kommunustýrini í Hvalba og á Tvøroyri, avmyndað uttan fyri ráðhúsið í Hvalba. Frá vinstru eru tey Bjarni Hammer, Tvøroyri, Jónleyg J. Bech, Tvøroyri, Kristin Michelsen, Tvøroyri, Martin í Nesi, Hvalba, Thorstein Thomsen, Hvalba, Anita Vibergsdóttir, Tvøroyri, Ronni Hammer, Hvalba, Poul Laust Christensen, Hvalba, Niels Olaf Eyvindsson, Hvalba, Eyð Eidesgaard, Tvøroyri, Alvi Mortensen, Tvøroyri og Janus Thomsen, Hvalba.

Tveir kommunustýrislimir eru ikki við, nevniliga Eir J. Norðberg í Hvalba og Kristina Roest á Tvøroyri