Kongshjúnini koma til Føroyar

Eftir ætlan verður vitjanin í døgunum 11. til 14. juni

Fríðmundur Nattestad
9. februar 2024 kl. 13:22

Danska Kongshúsið hevur í dag boðað frá, at Kongshjúnini koma til Føroyar á almenna vitjan í summar. Eftir ætlan verður vitjanin í døgunum 11. til 14. juni.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, er vertur fyri vitjanini.

- Hetta er fyrsta vitjanin hjá Fríðriki kongi og Mary drotning í Føroyum, síðani tey tóku við trónuni. Eg gleði meg at bjóða teimum vælkomnum til Føroyar sum kongshjún, sigur løgmaður.

Fyrireikingarnar til vitjanina verða nú settar í gongd saman við øllum viðkomandi pørtum.

Hesum boðar Løgmansskrivstovan frá í dag.