Kongsvitjanin útsett til í næsta ár

Vitjanin, sum skuldi vera fyrr í hesum mánaðinum, varð avlýst orsaka av verkfallinum

Mynd: Martin Meissner/AP/NTB
Fríðmundur Nattestad
21. juni 2024 kl. 12:50

Løgmansskrivstovan og Kongshúsið hava avgjørt, at úsetta kongshjúnavitjanin verður í døgunum 11.-13. juni 2025.

Hesum boðar heimasíðan hjá Løgmansskrivstovuni frá í dag.

- Nógv fólk løgdu orku í at seta saman eina spennandi og fjølbroytta skrá til vitjanina, sum upprunaliga skuldi vera 12.-14. juni í ár. Ætlanin er at halda fast í somu skrá til vitjanina næsta summar, tá ið kongshjúnini fara at vitja í Tórshavn, Vági, Fámjin, á Tvøroyri og á Eiði, skrivar heimasíðan.

Hetta verður fyrsta vitjanin hjá Fríðriki kongi og Mary drotning í Føroyum, síðani Fríðrikur kongur tók við trónuni.